Hey Anon!
Takk fyri brævið og viðkomandi spurningarnar! Eg kann ímynda mær, at tað stinga nógvir spurningar seg upp, tá ein kemur í hasa støðuna, ið tú ert í nú. Tað er skilagott av tær at fáa greiðu á sum skjótast, um tú ert biologiski pápin ella ikki. Tað er eisini ein menniskjarættur hjá barninum at vita, hvør pápin er. Fyri tað fyrsta skalt tú venda tær til Ríkisumboðið í Føroyum www.rigsombudsmanden.fo, har tey kunnu hjálpa tær við tínum spurningum. DNA-royndir kunnu keypast á netinum, og har stendur m.a at lesa, at tá DNA-roynd skal takast av barninum í samband við faðirskapsmál, kann tað longu gerast, tá barnið er nýfødd. Fyrr bleiv blóðroynd brúkt, og tá skuldi bíðast í 6 mðr. Eg eri ikki vís í, um blóðroyndir verða enn brúktar í Føroyum, ella um tey eru farin at brúka DNA royndir í samband við faðirskapsroyndirfaðirskapsmál.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin