Aldrin í góðum lag

Spurningur: Eg misti abba mín í februar og tá misti omma mín allar kreftunar og bleiv mega sjuk! Hon lá ofta á sjúkrahúsinum, og so skuldi eg til DK at búgva, og eg tímdi so illa tí at omma var so sjúk, men hon kom eisini niður at ferast i 1 viku! Og tá fekk eg eina góða tíð saman við henni! Og so fór hon til Føroyar, og tá hon hevði veri i FO i 1 dag mátti hon á sjúkrahúsið aftur, har lá hon i 2-4 dagar, eg minnist ikki heilt! Og so doyði hon, og eg og mamma fóru so ti FO! Tá vóru bara fimm mánaðir og 10 dagar i millum at abbi doyði og til omma doyði! Eg sakni tey so heilt ófatiliga nógv! Og Abbi doyði so knappuliga! Men eg fekk so ein MEGA góda vinkonu beint aftaná at abbi doyði, og hon var har fyri meg alla tið! Men so á Ólavsøku kom eg saman við einum drongi, og eg var glað aftur men so skuldi eg til DK aftur! Men ta var i ordan! Og ímedan eg eri i DK fór besta vinkonan hja mær saman við sjeikinum hja mær og tey er saman enn. Eg og hon eru ikki vinir meir og tað er liðugt millum meg og hann! Men eg eri ONGANTIÐ í góðun lag meir! Og eg komi ikki yvur at abbi og omma ikki eru her meira!

Góða tú, sum ongantíð er í góðum lag
Tú hevur mist tvey av tínum allarnærmastu sum tú vart so góð við og knýtt at, innanfyri stutta tíð, og tað er hart. Sum eg skilji doyði abbi tín knappliga og tað kann gera at tú ikki følir at tú hevur fingið sagt honum ordiliga farvæl. At omma tín doyr fimm mánaðir seinni ger bara alt verri.
Saknurin av ommu og abba tínum fer altíð at verða har, meiri ella minni. Saknurin vil altíð koma framm tá onkur høgtíð ella føðingardagur er, har tú aftur fer at hugsa um tey. Tað er ikki langt síðan at tey doyðu, so tað er heilt natúrligt at tú beint nú hevur eina kenslu av at tú ikki kemur yvir tað, tí tað er so ringt at missa tvey sum man er so góður við. Hevur tú nakran rundan um teg tú kanst tosað við um sorgina hjá tær? Kanst tú tosað við mammu tína um hvussu tú hevur tað? Ella er hon eisini tyngd av sorg yvir at hava mist bæði foreldrini við so stuttum millumbili? Og hvat við pápa tínum?
Tað er so gott at kunna deila sorgina við onkran, og ikki bara ganga einsamøll og hava tað trist. Eg vóni at tú kanst tosað við mammu tína ella onnur í familjuni um hvussu nógv omman og abbin høvdu at tíða fyri teg og hvussu nógv tú saknar tey. Tit kunnu eisini hyggja at myndum og tosað um tær góðu upplivingarnar og tey góðu minnini tit hava um tey.
Tá man hevur tað sum tú kann eisini vera gott at skriva tankar, følilsir o.a niður. Tað kann til dømis vera ein dagbók ella brøv til ommu og abba tín har tú skrivar júst tað ið liggur tær uppá hjarta. Tú kanst goyma brøvini ella koyra tey burtur tá tú følir at nú tímir tú ikki at goyma tey meira. Og tú kanst eisini vísa tey fyri mammu tínari, um tú vilt deila tankarnir við hana, men ikki fær sagt tað beinleiðis við hana.
Tíðin sigst at lekja øll sár, men tíðin inntil sárini eru legd, kann verða so long at mann missur móti á vegnum, tí er gott at kunna deila sorgina við onkran og tað hopi eg at tú kanst. Men saknurin fer altíð at vera har, men tú fert nokk at finna eitt pláss í hjartanum har tú kanst goyma øll tey góðu minnini tú hevur um ommu og abba tín.

Tað at sjeikurin og vinkonan hjá tær finna saman omaná tað heila ger ikki tína støðu betri. Tí omaná tað eina sorg fært tú bæði hjartasorg og missur eina vinkonu. Tað er hart og hatta er nakað sum góðar vinkonur ikki gera. Nú veit eg ikki um tú er í DK ella FO, men líkamikið, so vóni eg at tú hevur onnur vinfólk sum tú kanst tosað við tá tú ert kedd.

Men tað at tú skrivar inn til okkum, gevur mær eina kenslu av at tú ert ein sterk genta, sum berir eina stóra sorg nú. Bara tað at tú setir orð á sorgina í hesum brævinum er gott. Tú skrivar at tú ert ongantíð í góðum lag meira. Tað skilji eg sum at tú vanliga er ein glað genta og tað skalt tú nokk blíva aftur, sjálvt um alt sær hopleyst út nú.

Eg ynski tær alt tað besta og um hesi orðini og ráðini ikki gera nakran mun, skriva so endiliga aftur til okkum, vit sita her klár at svara.

Tú & Eg Ráðgevingin