Misbrúk

Spurningur: Nær veit mann at tað er misbrúk??

Góða genta!

Takk fyri brævið.

Nú vita vit ikki rættiliga hvat misbrúk tú meinar við, og av tí sama, er tað eitt sindur torført at geva tær eitt greitt svar. Tá talan er um misbrúk, so eru nógv ymisk sløg, til dømis alkohol (øl, brennivín); eisini kann talan vera um sálarliga og kropsliga misnýtslu. Sálarlig misnýtlsa kann vera tá ein hóttir við at gera einum ilt, ella at happa, við at siga ljót orð, til dømis at kalla onkran ljótan, og ólekkran. Um ein sjeikur hóttir, við at gera ymiskt, sum at sláa ella líknandi, kann tað ávirka ein sera nógv sálarliga, og viðkomandi kann verða bangin fyri sjeikinum, sjálvt um hann aldri hevur sligi, ella gjørt annað fysiskt. Kroppslig misnýtlsa er ikki bara at verða sligin. Tað kann vera alt frá, at onkur tekur ov fast í teg, til at verða royttur og skumpaður. Kynslig misnýtsla er, um onkur nemur við teg á einum staði á kroppinum, sum til dømis bringuna, rumpuna ella í neðra, ella bara onkra staðni á kroppinum, á ein hátt, sum tær ikki dámar. Um onkur nertir við teg, við vilja, á ein hátt, sum ger teg illa við, so kann tað væl vera kynslig misnýtsla.

Fremur nakar kynsligan ágang ímóti tær, er fyrsta stigið, at tú sigur frá, so tú kanst fáa hjálp. Les meira um hetta inni her