8 ár happing í skúlanum

Spurningur: Tað var altíð eg sum varð happað í flokkinum. Eg fór rennandi heim næstan hvønn dag, tí antin so søgdu tey forskelligt ella brúktu tey vold.
Eg havi ongar vinur í flokkinum, og eri tí altíð einsamøll í flokkinum. Eg havi næstan tikið lívið av mær, tí at eg hevði ongar vinir, eg skeri meg enn av tí sama. mítt lív er bara oyðilagt av ti sama, eg tori ikki vera eg sjálv ímillum vininr sum eg havi men eg fái bara onga hjálp til tað. Góða tú sum vart happað í skúlanum! Eg havi hugsað nógv um títt bræv – tað er ein ótrúliga ring støða, tú ert í, og eg skilji væl, at tú ert kedd. Tú verður happað, følir teg einsamalla og sigur at tú fært onga hjálp. Tað er ikki rætt!

Tá happing fer fram í einum flokki, er tað ikki altíð, at tey vaksnu síggja tað. Tí er tað umráðandi, at tann sum verður happaður, ger vart við tað. Fyri at fáa hjálp til at steðga happingini, mást tú tosa við flokslæraran ella onkran annan lærara, tú tosar væl við. Man skal ongantíð finna seg í happing, og tey vaksnu eiga at hjálpa til við at steðga happingini. Um tú longu hevur tosað við onkran lærara um trupulleikan, so vil eg ráða tær til at tosa við onkran annan vaksnan, sum kann hjálpa tær at tosa við læraran.

Tá man verður happaður, gongur tað ofta út yvir sjálvsálitið, so tað er væl skilligt, at tú ikki torir at vera tú, tá tú ert millum vinir.  Men allíkavæl haldi eg tað vera best at tú bara roynir at vera tann tú ert.

Tú skrivar eisini, at tú skerir teg. Og tað er ivaleyst eitt annað tekin uppá, at tú ikki hevur tað gott. Tað haldi eg eisini tú burdi fingið hjálp til at steðga sum skjótast. Tí jú oftari man skerir seg, verri er tað at steðga tí. Tí vil eg mæla tær til at steðga við tí beinan vegin. Men fá onkran at hjálpa tær við tí.

Heilsusystirin á skúlanum er kanska ein tú kundi tosað við um tína støðu? Hon hevur heilt sikkurt onkur góð ráð til tín, ella hon kann finna onkran, sum kann hjálpa tær.

Nú veit eg ikki, um tú longu hevur biðið um hjálp onkrastaðni? Um tú longu hevur gjørt tað, so er ikki annað at gera, enn at royna aftur, og kanska at spyrja onkran annan, sum tú ikki hevur spurt áður.  Eitt er vist, og tað er at tú mást royna at fáa onkran vaksnan sum tekur teg í álvara, og sum kann hjálpa tær víðari. Um tú ringir til ráðgevingina kunnu vit eisini saman royna at finna eina loysn fyri hvussu tú kemur víðari.
Ráðgevingin hevur tlf. 116 111, og tú skalt ikki siga hvussu tú eitur tá tú ringir. Tað er eisini ókeypis at ringja til ráðgevingina.

Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin