2 dreingir=?

Spurningur: Heyza tit! Fyrst vil eg bara siga, at hendan heimasíðan er tann besta :P og orsaka fyri mítt danska.. hehe! Men so til míttmíni problem… Eg havi verið forelskað í einum dreingi síðan 3. flokk, og nú gangi eg í 7. Men tað sum problemið er, at eg enn eri forelskað í honum. Men nú er ein annar drongur í sama flokki, mær eisini dámar… Eg veit ikki hvat eg skal gera. Tann fyrsta tosaði eg ikki so ofta við fyrr, og vísti onga interessu fyri honum, men nú tosi eg eitt lítið sindur við hann, hvørtfall eina ferð um dagin (minst), men eg dugi ikki at vísa, at mær dámar hann. Hann er lekkur, fittur og mega populerur. Hann dugir nógvan ítrótt, og nógvar gentur dáma hann. Ein onnur genta, sum eg kenni, dámar hann eisini, og vit báðar vóru heilt væl fyrr, men nú ignorera vit hvørja aðra… altso eg og hon. Hin drongurin er nýggjur, og er meira soleiðis… altso ikki til ítrótt. Men hann er fiiiiittur og lekkur og stuttligur og .. øh, osv. Og hann tosi eg ofta við… men eg eri eitt sindur hægri enn hann. Teir báðir eru eitt sindur porno agtigir. Teir tosa um sex, og so skjótt teir síggja eina nakna konu í einum blaði, stara teir eftir tí. Tað er bara tað, at mær dámar… altso blívi tiltrekt av pervarum… HVAT ER GALÐ VIÐ MÆR? Og so halda teir, at eg ikki veit nakað um sex ella nakað, men rættari sagt, so tori eg at vedda uppá, at eg veit líka nógv sum teir, men eg tími ikki at siga tað…. góðu, fyri himlens skyld, HJÁLP!

Góða tú, sum ivast.
Takk fyri brævið. Tað er altíð deiligt at fáa rós fyri heimasíðuna.
Eg fari at taka tað seinasta fyrst: Tú spyrt hvat er galið við tær, tí tú verður tiltrekt av pervarum. Tað er absolutt einki galið við tær!! Í tykkara aldri er tað sera vanligt at vera forvitin um sex, og upptikin av tí. Dreingir eru ofta opnir um tað, og tosa nógv um sex, men gentur eru nokk ikki minni forvitnar um tað, sjálvt um tær kanska tosa minni um tað. So tú hevur sikkurt rætt í, at tú veitst líka nógv sum teir um sex. So tað skalt tú ikki vera kedd av, hasir báðir ljóða sum tveir fittir og heilt vanligir dreingir J.
Hvønn tú skalt velja av hesum báðum deingjunum, er ilt at siga. Tað er faktiskt bara tú sjálv, sum kanst avgera tað. Kanska tú bara skalt geva tær tíð at finna útav, hvør av teimum er meira áhugaverdur í longdini. Um tú ert hægri ella lægri enn drongurin, hevur einki at siga um, hvussu tit rigga saman.
Tú sigur eisini at tú ikki dugir at vísa, at tær dámar drongin. Tað ger man bara við at vísa, at man tímir at vera saman við honum, og at práta við hann. Vera glað og smílandi. Soleiðis sært tú eisini á dreinginum, um honum dámar teg.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin