’13 ára gentur’

Spurningur: Hai hai..
Vit eru 2 gentur, ið ivast í, um tað er í lagi at ein drongur følir uppá okkum ? Vit hava øgiliga stórar pattur,  og dreingir spyrja altíð um teir kunnu føla tær.. hvat skula vit gera ?
Er tað normalt at man fingrar sær tá man er 13 ár ?
Helsan tær ivasomu

Hey ‘ivasomu’
Eg veit ikki, um eg skilji tykkara spurning rætt – tit skriva, at tit ivast í um tað er í lagi, at ein drongur følir uppá tykkum – meina tit bara við onkran tilvildarligan drong, ella er tað er ávísur drongur, sum onnur tykkara gongur saman við?

Um tað er ein drongur onnur tykkara gongur saman við, haldi eg, at tú (tit) skal royna at spyrja teg sjálva, um tú hevur hug til, at hann følir uppá tíni bróst. Tað er vanligt, at ung í tykkara aldri eru kynsliga forvitin, og hava hug til at røra eitt sindur við hvønn annan – tað er ein partur av tykkara kynsligu búgving. MEN tað er sera umráðandi, at tú lurtar eftir tær sjálvari – og ikki letur nakran fara yvir yvir um tíni persónligu kroppsligu mørk!

Dreingir í tykkara aldri eru, eins og gentur, ofta upptiknir av øllum kynsligum, m.a. av bróstunum á gentunum.
Tað merkir tó ikki, at teir bara kunnu ganga og føla uppá bróstini á tilvildarligum gentum – tað hoyrir ongastaðni heima!
Eru tað tilvildarligir dreingir, ið spyrja, um teir kunnu føla uppá tykkum, er tað eftir mínum tykki at fara yvir um tykkara persónligu mørk – og tað haldi eg tit skulu siga við teir!!!

Tín kroppur er tín egni, og tútit hava rætt til at hava hann í frið – stór bróst ella ei.
Lukkutíð búnast dreingir eisini við tíðini og gerast upptiknir av øðrum enn bróstunum á eini gentu. Inntil tá er væl skilligt, at teir halda tykkara bróst vera spennandi, men tað gevur teimum ikki rætt til at skula føla uppá tey!

Eg giti at ‘fingra sær’, merkir at onanera, t.v.s. at røra við seg sjálvan kynsliga!? Tit spyrja um tað er normalt, at man ger tað, tá man er í tykkara aldri – og ja, tað er púra normalt! Og tað er eisini ein góður máti at læra sín egna kropp at kenna kynsliga.

Skrivið gjarna aftur, um tit hava fleiri spurningar, ella um eg havi misskilt okkurt! Annars kunnu tit eisini lesa meir um ung og kynslív undir ‘EG & LÍVIÐ’ ‘Kynslív’.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin