12 ára gomul genta

Spurningur: Heej eg eri ein genta sum er 12 ár.
Eg havi so nógv problemir millum vinir. Mínir vinir ella onkur sum eg kenni, eg áni ikki, hvør tað er, sum ger sovorðið, men minir vinir ella onkur, lúgva um meg. Eg klári tað ikki meira, eg fái altið okkurt at vita, sum ikki passar um meg. Eg havi skorið meg einaferð, men tað hjálpur ikki. Hvat skal eg gera??

Góða 12 ára gamla genta!
Tað má vera øgiliga ringt hjá tær ikki at kunna kenna teg trygga millum tínar vinir.
Tá tað bert eru søgur, ið onnur gera um teg, so má tað vera særandi at vera skuldsett fyri nakað, ið tú ikki hevur gjørt.
Talan er um happing, og tú hevur rætt at fáa hjálp, so at happingin steðgar.
Tú skalt ikki ganga sjálv við hasum trupulleikanum, tí tað er so mikið álvarsligt, at tú ert byrjað at skera teg.
Tú hevur rætt í, at tað at skera teg hjálpir tær ikki, so eg vóni, at tú ikki fer at skera teg aftur, og at tú skjótast gjørligt fert at biðja um hjálp frá tínum foreldrum, tínum flokslærara ella skúlaheilsusystrini ella onkrum øðrum vaksnum.
Um tú vilt tosa við ein ráðgeva, ert tú vælkomin at ringja á tlf 116 111, og tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.

Alt tað besta!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin