Vit kunnu øll merkja einsemi av og á. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tess. Summi kenna seg einsamøll, sjálvt um tey hava nógv fólk rundan um seg, so kenslan av einsemi er ikki altíð tengd at, hvussu nógvar vinir tú hevur. Men óansæð, hvat orsøkin til einsemi er, so er umráðandi, at tú tosar við onkran um tað.
Ver virkin
Í frítíðini eru ymisk áhuga- og frítíðarvirksemi, sum tú kanst tekna teg til. Tað er ymiskt, hvat ymsu kommunurnar bjóða, men tað kann vera til eitt nú ítrótt, ella annað frítíðartilboð á staðnum, og so er hetta ein góður møguleiki at møta øðrum fólkum. Um einki av hesum hevur tín áhuga, kanst tú kanna, um tað eru onkur ungdómstilboð, sum tú kanst ganga til. Har er fokus á trivnað, góðan felagsskap og at børn og ung hugna sær saman. Eitt nú ungdómshús.
Ein annar møguleiki er at finna tær eitt starv eftir skúlatíð, um tú hevur aldurin til tað. Her hevur tú møguleika at møta øðrum javnaldrum, samstundis sum tú verður partur av einum felagsskapi.
Tosa við onkran
Hevur tú hug at tosa við onkran, kanst tú gera ein roynd og fara yvir til onkran, tú kennir, og byrja eina lítla samrøðu. Tá virkar tú opin og fyrikomandi fyri hinum runt um teg. Tað er eisini onnur, ið kenna til einsemi. Tað kann vera onkur, sum júst er byrjaður í skúlanum og ongar vinir hevur. Tá er gott, at onkur vísir teimum uppmerksemi og tosar við tey.
Tú kanst fyrireika teg og orða tínar egnu spurningar, sum tú hevur klárar næstu ferð, tú hevur møguleikan at tosa við onkran. Tað er fólkaligt at spyrja, og so dámar fólki væl at greiða frá, hvat teimum dámar.
Set orð á tínar kenslur
Fortel onkrum, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera, at onnur rundan um teg ikki vita, hvussu tú hevur tað.
Fortel einum floksfelaga, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera, at floksfelagin hevur tað sum tú. Tað er gott at tosa við onkran, sum veit, hvat tú fert ígjøgnum. Tosar tú við ein lærara ella námsfrøðing, kann tað vera, at tey vita um onnur, sum tú kanst tosa við. Viðhvørt síggja tey vaksnu møguleikar, sum tú ikki hevur hugsað um fyrr.
Er tað ov torført at siga tað andlit til andlits, kanst tú fáa vegleiðing til, hvussu tú kanst skriva eitt bræv her.
Um tú hevur tørv á at tosa við onkran, ert tú eisini altíð vælkomin at ringja til Tú & Eg ráðgevingina á 116 111 gerandisdagar frá kl. 10-16 og hvørt kvøld millum kl. 20-22.
Góðtak kensluna
Vit merkja einsemi av og á, og tað er eisini í lagi.
Eins og vit kunnu vera glað, kedd og bangin, kunnu vit øll eisini merkja einsemi. Ymiskar upplivingar og broytingar í lívinum kunnu føra til einsemi, til dømis tá ið tú skalt skifta skúla, foreldrini fara hvør til sítt, ella um sjúka er í familjuni. Í slíkum førum hava vit serliga brúk fyri stuðli og umsorgan, og fært tú ikki tað, kann tað kennast ógvuliga einsligt.
Einsemi kann eisini koma, um tú ikki følir, at tú hevur eitt ávíst tilknýti til tínar vinir og familju, sum tú hevur brúk fyri. Tað er ein ring kensla at hava tað so. Tað kann hasa av, men hevur tað vart leingi, mást tú tosa við onkran um tað, so at tú kanst fáa stuðul og hjálp.
Fá tað úr kroppinum
Royn og hugsa um okkurt annað. Tú kanst til dømis gera okkurt kreativt, skriva, tekna ella baka eina góða køku, sum tær dámar væl. Tað er eisini gott at røra seg, eitt nú at dansa, renna, súkkla og spæla fótbólt. Ella tú gert okkurt, sum er meiri róligt, lesa eina bók, ganga ein túr, hyggja at einum filmi ella okkurt annað, sum tær dámar at gera.
Viðhvørt hjálpir at skriva teir negativu tankarnar niður í eina minnisbók ella dagbók. Tú kanst fáa hjálp til at seta orð á tankarnar her.