Óttafullir tankar

Stúrir tú, og stríðist tú við óttafullar tankar í gerandisdegnum?
Her kanst tú fáa nøkur góð ráð um, hvat tú kanst gera í slíkari støðu. Eisini kanst tú lesa brøv, sum onnur hava skrivað um sama evni her. Tað kann vónandi hjálpa við ymiskum spurningum og ivamálum, tú situr við.

Set orð á tínar kenslur
Tað er ongantíð gott at ganga við egnum tonkum. Tí er tað er umráðandi, at tú tosar við onkran, tú kennir, um tínar stúranir og tankar. At biðja um hjálp er púra vanligt og heilt ókey. Vit hava tað øll ringt viðhvørt. Er onkur, tú følir teg tryggan at tosa við, so set teg í samband við viðkomandi. Um tú ikki veitst, hvar tú skalt byrja, so kann tað hjálpa, at tú skrivar tankarnar niður fyrst.

Royn og steðga óttafullu tonkunum
Merkir tú ofta strongd og ótta, kann tað vera torført at hugsavna teg um, hvat fær teg í gott lag. Um tú fært tankar, sum gera teg óttafullan, so kann tað hjálpa at gera okkurt fyri at avleiða tankarnar, so teir ikki stýra og oyðileggja tær dagin. 

Tú kanst eitt nú tendra fyri onkrum góðum tónleiki í tínum air pods og spáka tær ein góðan túr. Ring til ein góðan vin – tit kunnu avtala at møtast á eini kafe, ungdómshúsi, ella har tit dáma at vera.
Tú kanst eisini tendra ein góðan film og/ella fáa tær eitt lekkurt heitt bað. Um tú hevur eina góða bók, legg teg undir eitt heitt teppi afturvið einum góðum temunni. 
Ella dámar tær at leggja eitt gott putlispæl ella tekna? Tú kanst seta teg at tekna eitt nú í eini Mandalas-bók, ið tekur støði í hughygni (mindfulness). Kanningar vísa, at lesing og mindfulness fær ein at fara niður í ferð og hjálpir ímóti strongd. 

Ger nakrar andadráttarvenjingar og slepp spenningunum í kroppinum
Anda róliga inn og út, og merk, at tú koblar úr og sleppur spenningunum í kroppinum. Legg fyri við, at tú andar róliga inn, og tá ið tú andar út, ímyndar tú tær, at tú andar órógv og angist útaftur. Lat hondina liggja á búkinum beint við nalvan. Tá ið tú andar inn, merkir tú, at hondin flytur seg við upp við búkinum, og tá ið tú andar út, flytur hondin seg niðuraftur. Ger hetta nakrar ferðir. Tú kanst gera hesa venjing, sama hvar tú ert, um tú ert heima, á arbeiðsplássinum, tá ið tú gongur ein túr ella gert teg kláran at leggja teg. Gert tú hesa venjing dagliga, fært tú skjótt eina víðkaða nærveru og meira kropstilvitan.

Niðanfyri er ein andadráttarvenjing, ið kann hjálpa tær. Royn og set fimm minuttir av til hesa andadráttarvenjing.

 

Hvat geri eg, um einki hjálpir?
Um óttafullu tankarnir fylla ov nógv, er tað umráðandi, at tú tosar við onkran vaksnan, sum tú kennir teg tryggan at tosa við. Tú kanst lesa meira um angist og onnur viðkomandi evni á heimasíðuni hjá Sinnisbati.

Fleiri greinar

Kenslur

Syrgin og í ringum lag?Tá tú ert sorgarbundin og í ringum lag, hevur tú ikki somu orku til alt tað ymiska, sum fer fram í

Øvund og øvundsjúka

Øvundar tú tínum vini ella tínum systkjum? Er sjeikurin hjá tær ofta øvundsjúkur? Tað er vanligt at hava slíkar kenslur, men tað kann lættliga fylla

Kynslív

Kynslívið førkar seg alla tíðinaTað finst eingin uppskrift ella ætlan fyri, hvussu eitt “rætt” kynslív er. Tað er bara tú, sum avgerð, hvat tú hevur

Barnsburður

Hevur tú havt samlegu uttan fyribyrging? Ivast tú í, um tú ert við barn? Hvat kanst tú so gera? Tú kanst fáa hjálp við at