Kynslívið førkar seg alla tíðina
Tað finst eingin uppskrift ella ætlan fyri, hvussu eitt “rætt” kynslív er. Tað er bara tú, sum avgerð, hvat tú hevur hug til, og hvat tú vilt við tínum kynslívi.
Í tannárunum fer ein broyting fram í kynshormonunum sum ger, at hugurin til sex økist. Tó er tað ymiskt, hvussu kynsligi hugurin er hjá okkum menniskjum. Vilt tú vita meira um, hvat kynsligur hugur er, kanst tú lesa meira um tað her.
Tað eru eisini fólk, sum ongan tørv hava á nøkrum kynslívi. Hetta verður nevnt aseksualitetur. Tað kann merkja ymiskt, men í flestu førum merkir tað, at tú ert ikki kynsliga hugtikin av nøkrum. Tú kanst lesa meira um aseksualitet her.
Fyrstu ferð
Fyrstu ferð er byrjanin til nakað, sum fyri mong er sera umráðandi og spennandi: at hava eitt sexlív við øðrum.
Mong hugsa: Nær verður tað? Hvørjum verður tað við? Finni eg útav tí? Hvat fer hin at hugsa um meg?
Tað er vanligt at vera spentur og nervøsur, tí at vera saman við onkrum fyri fyrstu ferð hevur stóran týdning hjá nógvum. Summi gleða seg og klára næstan ikki at bíða til dagin, tey skulu hava sex fyri fyrstu ferð.
Onnur eru órólig, tí hvat nú, um okkurt gongur galið, ella um tú fært ilt? Nógv eru nervøs og spent samstundis.
Sig við tann, tú ert saman við, hvussu tú hevur tað. Tað ger upplivilsið nógv betri, um tit eru rólig og hava tosað saman áðrenn.
Bíða, um tú ivast
Ivast tú fyrstu ferð, er tað tekin um, at best er at bíða, til tú kennir teg meiri tryggan. Tað er bara tú, sum kanst merkja, um tú vilt fullføra tað ella ikki. Minst til at lurta eftir tær sjálvum.
Tosið saman
Tað er eitt gott hugskot, at tú og tín felagi tosa um, hvat er deiligt og frekt, hvat tykkum dámar, og hvat tit helst ikki vilja royna.
Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvat einum dámar og hvussu sexlívið skal vera. Tað er umráðandi at tosa um, hvørja verju tit skulu brúka, áðrenn tit hava sex. Líkamikið, um tú hevur sex við einum av sama kyni ella mótsettum kyni.
Hvat er onani?
Onani merkir at hava sex við sær sjálvum. Hjá mongum menniskjum er onani fyrsta sex, tey hava.
Tað er púra vanligt hjá børnum, ungum og vaksnum at onanera. Og tað er galdandi fyri øll kyn
Tað er vanligt at onanera. Tey flestu, bæði gentur og dreingir, onanera. Eldri kvinnur og menn onanera eisini. Onani er ein sunnur máti at læra sín kropp og seksualitet at kenna. Tá ið tú onanerar, finnur tú útav, hvat er lekkurt og minni lekkurt. Tað ávirkar ikki sáðkvalitetin, um tú onanerar nógv dagliga. Tað snýr seg bara um at prøva seg fram og læra sín kropp at kenna. Tú kanst lesa meira um hetta her
Fyribyrging verjir fyri kynssjúkum og óynsktum barnsburði
Sex uttan fyribyrging kann elva til óynsktan barnsburð, kynssjúkur og barnloysi.
Ymisk sløg av fyribyrging kunnu nýtast, so tað partvís ella heilt verjir fyri smittu av kynssjúkum millum menn, kvinnur, ella kvinnu og mann.
Tú kanst verða smittað við kynssjúkum, um sjúkan kemur í samband við slímhinnuna, ella um tú fært útflot úr móðurskeiðini hjá øðrum, undanspin ella sáðspin á slímhinnurnar.
Tá ið tú verjir slímhinnur (munn, móðurskeið, penishøvdið, reyv) og forðar sáðkyknunum at sleppa upp í lívmóðrina við at brúka hít, so slepst undan, at slímhinnur frá tveimum persónum koma í samband við hvørja aðra, ella at útflot frá kynslutunum kemur í samband við slímhinnuna. Tú verjir teg fyri smittu og øðrum kynssjúkum, tá ið tú brúkar fyribyrging.
Les meir um kynssjúkur her
Umberingar
Gloymska, alkohol, girnd, ov strammar hítir eru tær grundgevingar, tey ungu koma við, tá ið tey verða spurd, hví tey ikki brúka verju, tá ið tey hava sex. Tilvitan um sex, mørk og rættindi eru umráðandi í einum kynslívi.
Eg vil ikki verða við barn
Um tú ikki vilt verða við barn, er umráðandi, at sáðkyknurnar ikki koma í samband við eitt gitið egg. Tað kann gerast við at forða fyri, at sáðkyknurnar “finna vegin fram” uppi í móðurskeiðini. Ella tú kanst forða fyri, at tú fært eggloysn.
Minst til fyribyrging, um tú ikki vilt vera við barn.
Les meira um fyribyrging her
Tú kanst ringja til læknan og vita, um tú kanst fara til lækna, uttan at tíni foreldur hava fingið nakra fráboðan.
Fakta um kynsliga lógaldurin
Kynsligi lógaldurin er sambært revsilógini ein avgerð um, hvussu gamal ein persónur kann vera, tá ið hann lógliga kann hava kynsligt samband við onnur.
Tað er revsivert, og tú kanst verða fongslaður, um tú hevur samlegu ella annað kynsligt samband við onnur undir 15 ár. Lógin sigur, at tú skalt vera minst 15 ár fyri at hava kynsligt samband. Revsingin kann verða longd, um barnið er undir 12 ár.
Sex við javnaldrum
Eru tit javngomul og hava sex, tí tit hava hug, verða tit ikki revsað.
Kynsligi lógaldurin er fyri at verja ung undir 15 ár fyri kynsligari misnýtslu frá vaksnum ella eldri persónum.