forvirrandi/RASISMA

Spurningur: hví biðja míni foreldur meg skippa band nakin bannað frekt, og “sletta” kallar meg enn nigga

Hey tú.

Vit hava fyngi tvey brøv inn samstundis sum líkast nógv, tí hava vit lagt tey saman í eitt svar.

Hin spurningurin var: “kallar meg nigga og tað er frekt”

Tað vóru tvey nøvn í brævinum, hesi hava vit tikið burtur, tí at vit ynskja at øll sum skriva inn til okkara eru dulnevnd 🙂

Tú skrivar at tú verur kallað/ur nigga. Hetta er ikki ok, og tað er gott at tú sigur frá hesum. Hevur tú roynt at tosa við tann sum sigur hetta við teg, og sagt teimum at tað særir teg? Um tað ikki hjálpir, vilja vit ráða tær til at tosa við tín lærara um hetta. Vit eru vís í at lærarin fegin vilja hjálpa tær.

Tú skrivar eisini um foreldur tíni. Um tú nakrantíð følir at foreldur tíni fara yvirum títt mark, er tað gott um tú tosar við onkran um hetta. Tú kann til dømis siga tað við ein lærara ella heilsuhjálparan á skúlanum, ella siga tað við onkran annan vaksnan sum tú hevur álit á.

Tú er eisini vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.
Tlf. 116 111, er dulnevnd og ókeypis at ringja til.

Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin