Hjálp

Spurningur: Hey eg eri 14 ar eg havi haft problemer vid vinum i seinastuni og eg føli at har er altid onnur sum er surur uppa meg eg eri smædin i flokkiniun og klari ikki eingongd at siga “ja” tá lærarin spyr um eg eri har eg havi nogvir tankari minum høvdi og folk spyrja allatid um eg eri okay og Mitt svar er altid “ja eg eri bara troytt” eg føli sum um at eg ikki havi nakran at siga tad vid ti folk eru faktisk likaglad men sannleikin er at eg havi “suicidal thoughts” hvønn dag og eg vil bara fara. eg misti Mitt litla systkyn i april og eg grati enn um tad. ein mádna aftana eg fekk at vita at tad doyði i bukinum (26 april 2020) var eg i bad og eg klaradi bara ikki meir so eg vendi mær vid og koyrdi Mitt høvd undir vatni eg var tætt vid at svíma inntil eg hugsadi um min besta vin og um hvussu Hart hennara liv for at vera so eg reisti meg upp eg Havi eisini fingi meg sjalva til at bløda ofta ti eg Hevdi eina allergiska reaktion og alliur min kroppur skridadi tad er betri nu men eg havi enn “scars” av ti eg havi ikki vist mini bein og armar til nakran uttan min besta vin men onkintid vildi eg bara ynskt at onkur kundi lurta eftir mær please ikki sig vid nakran hvør eg eri um tit uppa onkran mata gonna utav ti men Annars please hjalp hvat skal eg gera

Góða tú, sum biður um hjálp!

Tú skrivar at tú er bangin fyri at vit kunnu finna útav hvør tú er, so eg vil byrja við at siga við teg, at vit hava ikki møguleika fyri at finna útav hvør tú er. Tú er 100% dulnevnd.

Takk fyri títt opna og erliga bræv, tú hevur nógv sum tú stríðist við og tað er so gott at tú ynskir at fáa hjálp. Tann sorgin sum tú lýsir og teir keðiligu tankarnir, er nakað sum eingin skal stríðast við einsamallur. Tú dugir væl at greiða frá tínum tonkum og vit skulu royna at geva tær nøkur góð ráð.

Tað er ikki so lætt at vera ein av teimum sum er smæðin. Tá kann tað vera serliga torført at siga frá, tá tú hevur tað ringt. Men nú hevur tú tora at skriva inn til okkara og tað skal tú vera stolt av.

Tú skrivar í brævinum “eg sigi bara at eg eri troytt”. Viðhvørt so orkar man ikki at tosa um tað, ella veit man bara ikki hvussu man skal siga tað, og tað er okay at tu ikki hevur røttu orðini beint nú

Tað sum eg ynski at hjálpa tær við beint nú, tað er at hjálpa tær at fáa alt hetta sagt við ein vaksnan sum tú stríðist við. So eg hugsi líka at spyrja teg, er tað onkur vaksin sum tú hevði tora at tosa við? Mamma ella pápi tín? tað kann eisini vera onkur í skúlanum, í familijuni ella foreldur hjá vinnfólkið? Tá ið man er í einari støðu sum tú, har tað er ringt at siga tað, so kann tað vera ein stór hjálp at skriva tað heldur. Tú kann til dømis vísa onkrum brævi sum tú hevur skriva til okkara. Hvat heldur tú um tað? Tað sum hevur týdning er at tú fær sagt frá, at tú vil hava onkran at tosa við.

Tú skrivar at tú heldur at “fólk eru líkaglað”, handan tankan vil eg gjarna útfordra teg í. Tey allarflestu vilja bara sleppa at hjálpa. Men um tey skulu hava nakran møguleika at hjálpa tær, so mugu tey vita hvat er galið – tað veit eg at tú skilur. Til dømis eru vit á Tú & Eg Ráðgevingini her beint nú fyri at hjálpa tær. Og eg eri heilt vís í at onnur vaksin í tínari familju og í skúlanum eisini vilja sleppa at hjálpa tær.

Eitt sum er gott sum tú lýsir í brævinum, er at tú hevur ein besta vin sum tú er góð við og hevur álit á. Eg hugsi um tú ikki torir at fara til tey vaksnu so kundi tað kanska veri ein møguleiki at tú gav vininum loyvi til at siga tað við onkran vaksnan. Hvat heldur tú um tað?

Tú sigur tað sjálv, og bræv títt ber eisini brá av, at tú hevur tørv á at tosa við onkran sum er har bara fyri at lurta eftir tær. Eg haldi tað hevði veri eitt gott hugskot at tú fekk tosa við foreldur tíni um at sleppa til ein sálarfrøðing. Tú kann til dømis siga við tey, at tú er so kedd um at tú misti títt systkin, og tú kundi hugsa tær at sloppið at tosa við ein sálarfrøðing um tað. Ein sálarfrøðingur er har bara fyri at lurta eftir tær og tú kann siga alt við sálarfrøðingin.

Eg vóni at tú torir at siga tað við ein vaksnan ella at vísa onkrum hetta brævið. Tú er vælkomin at skriva ella at ringja til okkara og fáa eitt prát. Tú ringur bara 116 111, so kunnu vit spyrja nærri til tína støðu og hjálpa tær at finna fram til eina loysn uppá tín trupulleika. Vit síggja heldur ikki hvør tú er um tú ringir, tað er eisini 100% dulnevnt.

Telefonin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 09-15 ella hvørt kvøld – eisini í vikuskiftum – frá kl. 20-22.00

Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin