Tað følist sum at øll hata meg

Spurningur: Fyri cirka einum/tveimum árum síðani bleiv eg ræðuliga illa happaður. Fólk bóðu meg um at drepa meg sjálvan, fólk hóttaðu meg, fólk royndu at buka meg av í býnum. Eg havi ongantíð skilt hví so nógv fólk hataðu meg so nógv. Eg tordi ikki at fara út úr húsinum, tí eg var bangin fyri at onkur fór at gera skaða á meg. Tá eg fór á snapchat, instagram og sjálvt youtube, sá eg øll sum postaðu ringt um meg. Tey kallaðu meg fyri ein “XXX” og ein “XXX” og sóarit nakað. Til síst bað eg um at tosa við heilsusystrina. Tað hjálpti eitt sindur. Eg slettaði snapchat (tí tað var har, mesta happingin gekk fyri). Aftaná eina tíð byrjaði happingin spakuliga at minka. Ídag verði eg næstan ikki happaður meir, men tað er kanska tí at fólk hava gloymt at eg eri til. Eg eri ikki aktivur á Snapchat longur, og eg eri næstan altíð heima. Øll happingin eg havi uppliva hevur givið mær sosialan angist. Eg tosi ikki við fólkum eg ikki kenni, tí at eg innast innið føli at tey hata meg. Hvørja ferð onkur nevnur mítt navn, inrømmi eg bara at tað er onkur sum tosar negativt um meg, tí eg eri blivin vanur við at tað er soleiðis. Eg havi mist nógvar vinir, tí at eg ikki var “cool” nokk til tey. Hvørjaferð eg tosi, følist tað sum at eg irriteri øll. Mítt sjálvsálit er blívi ræðuliga lágt, tí at eg eri byrjaður at trúgva uppá alt tað negativa, fólk siga um meg. Eg tími ikki at búgva í Føroyum meira, tí tað følist sum at øll kenna meg, og øll hata meg.

Góði tú,

Eg eri sera kedd av at hoyra, at tú hevur verið úti fyri so nógvum keðiligum, og at tú ert kallaður so nógv ljótt. Tú skrivar, at tú ikki skilur hví hetta hendi – tað gera vit heldur ikki.

Tú lýsir alt, sum er fari fram, sum happing. Tað hevur tú rætt í!

Happing er ongantíð í lagið! Vanliga nevna vit ein slíkan bólk av fólk, fyri ein “neiligan-felagsskap”. Altso tað, sum tey savnast um, er at niðra onkran annan. Neiligir felagsskapir kunnu niðurgerða uttan nakra ítøkiliga orsøk, og tað kann verða ein og hvør, sum stendur fyri skotum. Í hesum førinum varð tað tíanverri tú, tað gekk útyvir. Tú skalt vita, at tað er ikki tín skyld, og tað er faktiskt onki, tú sjálvur kundi havt gjørt, soleiðis at hetta ikki hendi – tað er aldrin tín ábyrgd. 

Tú skrivar í brævinum, at tú fórt til heilsusystrina og at tað hjálpti, tað er flott at tú gjørdi tað, tí tað er tað rætta at gera. Gott at hoyra, at tað hjálpti!

Tú skrivar víðari, at tú hevur trekt teg úr ymsum sosialum samanhangum, og sum tú sjálvur orðar teg, kennist tað nú sum “at fólk hava gloymt, at tú er til”, og at tú nú stríðist við einsemi og lágt sjálvvirði/sjálvsálit.

Tá vit tosa við onnur børn og ung, sum kenna einsemi og at tey ikki ordiliga passa inn, har sum tey eru, plaga vit at spyrja nærri inn til, hvat tey tíma at gera, og royna at finna útav um har er nakað frítíðarvirksemi, sum kundi verið stuttligt at gingið til. Tað er altíð eitt gott hugskot, at ganga til okkurt frítíðarvirksemi, tí har ber til at møta nýggjum fólkum, sum hava somu áhugamál sum ein sjálvur. Eitt nú síggja vit í brævinum, at tú dugir væl at skriva og greiða frá, hevði tað kanska verið nakað? Ella er tað kanska okkurt annað, tú kundi hugsa tær? Nú vita vit ikki, hvørjari kommunu tú býrt í, men flestu kommunur hava ymiskt, mann kann ganga til t.d. ítrótt, kvøldskúli v.m. Tú kanst royna at spyrja ein lærara, um hann veit um okkurt frítíðarítriv, sum tú hevði tímað at gingið til. Hetta kanst tú hugsa um 🙂

Tú nevnir eisini, at tú ikki vilt búgva í Føroyum longur. Hevur tú tosað við tíni foreldur um tað? Tosar tú væl við tey? Tað ljóðar sum, tú hevur brúk fyri at tosa um happingina við onkran vaksnan, sum kann hjálpa tær betri, enn vit kunnu í hesum brævinum.

Nú, tú hevur skriva til okkara, hevur tú samstundis øva teg í, at fortelja um hvussu tú hevur tað. Tað kann vera torført at siga frá, men tað er sera týdningarmikið at gera tað. Um tað er ov torført, kundi tú víst onkrum vaksnum brævið, tú sendi til okkara. Tí har er ein vegur úr einseminum. Tað er møguligt at koma til eitt stað, har tú ikki kennir teg útihýstan, og kanst vera tann tú ert. Tað er eitt pláss í verðini fyri tær. Hetta plássið skalt tú útfylla, soleiðis sum tað gevur best meining fyri teg, og ger teg glaðan. 

Vit vilja eggja tær til, at tosa meira um hvussu tú hevur tað. Hevur tú onkran, sum tú tosar væl við? Vit hava spurt, um tú kanst tosa við foreldur tíni ella ein lærara, longri uppi í brævinum.Vit hugsa eisini at nevna fyri tær, at ein møguleiki er, at seta seg í samband við kommunulæknan. Hann ella hon kann hjálpa tær við, at fáa onkran at tosa við, so at tú kanst fáa meira yvirskot aftur – tað hevur tú uppiborið 🙂  

Tú kanst eisini fáa ein mentor frá okkum, tú kanst lesa meira um mentorskipanina her: https://barnabati.kinsta.cloud/mentor/

Vit vilja fegin hjálpa tær meira, tú er hjartaliga vælkomin at ringja til okkara á tlf.: 116 111. Tað er ókeypis at ringja og tú ert dulnevndur. Tú avgerð sjálvur, hvat vit tosa um og avgerð hvussu farast skal fram. 

Vinaliga,

Tú & Eg Ráðgevingin