Alt er so vónleyst

Spurningur: Eg búgvi saman við mínum foreldrum, og tey eru nokkso homophobisk.Tey halda at tað er eitt val at vera samkyndur, at samkynd fara til helvitis osv. Tað er mega stressandi at vera saman við teimum, og eg eri bangin fyri at tey ikki fara at elska meg tá eg fortelji teimum at eg eri samkynd. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Fleiri ár ganga nokk áðrenn eg kann flyta heimanifrá, men eg veit ikki um eg kann bíða longur. Eg blívi totalt deprimera av at búgva hjá teimum, og at hoyra tey tosa soleiðis. Onkuntíð hugsi eg bara um at drepa meg sjálva. So sleppi eg undan øllum hesum. Lívið gevur ikki meining tá eg slett inki kann vera tann eg orduligt eri. Eg havi enntá roynt at spyrja tey, hví tey hugsa soleiðis / roynt at fáa tey at broyta meining, men har er einki at gera. Alt tykist so vónleyst.

Góða tú.

Takk fyri brævið.

Vit vilja fyrst siga við teg, at tú hevur rætt til tínar egnu meiningar, um hvussu tú vilt liva títt lív. Tínir tankar og kenslur eru tínar egnu, og tað kann eingin annar ráða yvir.

Tað eru tíanverri fleiri í Føroyum, sum hava tað líka sum tú. Vit vilja fegin vísa til eitt svar, sum er skrivað fyri stuttari tíð síðani. Har finnur tú kunning, sum eisini er galdandi fyri teg. Sí leinkjuna her: barnabati.fo/letter/aleinadur/

Sum tú lýsir tína støðu, bendir alt á, at tú hevur tørv og gott av at tosa við onkran, um hvussu tað er, at vera samkyndur í einum nærumhvørvið, sum er ímóti samkyndum? Er tað rætt skilt? Um tú hevur tørv á at tosa við onkran um tað, kanst tú venda tær til LGBT Føroyar. Tað er ein felagsskapur fyri m.a. samkynd. Tey vilja fegin hjálpa tær! Tú kanst skriva til tey á lgbt@lgbt.fo. Tey hava nógvar royndir við teimum avbjóðingum, sum tú tosar um í brævinum. Tað, sum tit tosa um er í trúnaði, so tað er trygt hjá tær at venda tær til tey. Har kanst tú eisini fáa samband við onkran, við somu upplivingum sum tú. Tað kann verða gevandi at fáa samband við ein, sum er í somu støðu sum tú. Tú kann lesa meira um LGBT á teirra heimasíðu og Facebook.

Um tú ikki fekk svar uppá tað, sum tú vildi, er tú altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin