Einsemi í skúlanum

Spurningur: Hey. Eg orki ikki meir. Eg havi stríðast í flokkinum fyri at passa inn í eina av klikunum, og jú tær eru allar fittar, men av onkrari grund føli eg sum tær á onkra hátt ikki heilt 100% tíma meg og ella tær bara ganga vekk. Eg veit eg kann tosa við aðrar úr øðrum flokkunum, men tær hava jú eisini sínar vinkonur so tað er eitt sindur ringt Hava tit nakra ide um hvat eg kann gera? (Ps gangi í glasir)

Hey

Takk fyri brævið.

Tað er gott at tú skrivar inn til okkum og fær sett orð á hvat tú stríðist við. Vit skilja væl at tú blívur troytt.

Vit hava øll, óansæð aldur, tørv á stuðli frá hvørjum øðrum. Einsemi og kenslan av at vera uttanfyri felagsskapin er avgjørt nakað vit skulu hava hjálp til. Tað kann man ikki loysa sjálvur.

Síðan tú skrivar at genturnar í flokkinum bara ganga avstað, so kundi bent á at tú hevur roynt at komi í samband við tær, skilja vit hetta rætt? Tað kann vera hart og torført at finna fótafesti í einum vinabólki, tí at bólkanir longu eru etableraðir og hava eina ávísa mentan. Um flokkurin hevur eina mentan ið loyvir útihýsing, so er tað faktiskt allir flokkurin, ella skúlin, sum skal arbeiða við hesum – Soleiðis at eingin følir seg útihýstan, hvørki tú ella nakar annar. Tað góða við hesum er at tað ber væl til at gera okkurt við tað.

Tú skrivar at tú gongur í Glasir. Har hevur hvør flokkur ein lestrarvegleiðara tilknýttan, visti tú av tíð? hevur tú roynt at tosa við vegleiðaran? Ein lestrarvegleiðari arbeiðir ikki einans sum lestrarstuðul, men arbeiðir eisini við trivnaðinum í skúlanum. Tað eru nógv ung, sum fara til vegleiðaran at práta, um tey føla seg einsom. Vit hava koyrt eina leinkju til lestrarvegleiðingina á Glasi undir svarinum her.

Vit eru glað fyri at tú skrivar til okkum og fær sett orð á. Tú skal hava tað gott og tú skal trívast 🙂 Vit vilja tí ráða tær til at seta teg í samband við vegleiðaran og fortelja viðkomandi at tú følir teg einsama í skúlanum, so kunnu tit tosa um eina loysn sum er tann rætta fyri teg.

Vit vóna at hetta svarið hjálpir tær. Tú er altíð vælkomin at skriva ella ringja aftur til okkum um tú vil tosa meira.

Vinaliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

 

https://www.glasir.fo/um-skulan/lestrarvegleiding/