Øll snakka um covid-19

Spurningur: Eg havi eitt stórt problem við at fólk snakka um Korona. Eg kenni onkran við ikki heilt frískum lungum og kann doyggja lætt av tí. Hjálpi mær.

Góði tú,

Takk fyri títt bræv.

Vit skilja væl at tað er keðiligt at øll tosa um Korona allatíð. Serliga tí, at sum tú sigur, at tú hevur onkran tætt at tær sum hevur okkurt við lungunum.

Tað er so flott og skilagott at tú hevur skriva inn til okkum. Viðhvørt so kunnu tankarnir hjá okkum øllum fylla so nógv, at tað følist sum um, at vit eru um at bresta. Eitt av teimum tingunum sum hjálpir okkum tá vit hava tað soleiðis er, at tosa við onkran. Vit halda at tað er tað, sum tú ynskir beint nú.

Hevur tú onkran vaksnan sum tú tosar væl við, ein pápa, eina ommu, eina mostur ella ein lærara? So hevði tað veri gott hjá tær at fingið tosa við onkran um alt hetta sum tú hugsar um.

Sum vit hava hoyrt frá læknum, so er tað umráðandi at tey sum hava onkra sjúku verða vard ímóti Korona, tí tey kunnu gerast meira sjúk, um tey verða smitta. Korona er ein somikið ókend virus/sjúka, at øll vilja binda um heilan fingur. Tað merkir, at øll vilja gera so nógv sum til ber, fyri ikki at fáa smittuna, tí man kennir so lítið til hana.
Tó so, meta vit ikki at tú skal stúra fyri hesum, tí so seint sum í dag (14. mai 2020) segði okkara løgmaður, at vit kunnu nú verða enn fleiri saman øll kunnu fara í skúla aftur, tí vit hava ikki Korona í Føroyum longur.

Tú kanst eisini ringja til okkum á 116 111. Tað er anonymt! Tað merkir, at vit ikki kunnu finna útav hvør tú er og alt sum vit tosa um er í loyndum. Tá ið tú ringir 116 111, tá taka vit telefonina og siga: “Tú & Eg Ráðgevingin”. Um tú heldur at tað er ringt at siga nakað tá, so kanst tú gott byrja við at siga at tú hevur skriva eitt bræv til okkum, og bara siga tað sama sum tú hevur skriva her. So hjálpa vit tær 🙂

Vit vóna at tú ringir til okkum ella tosar við ein vaksnan rundan um teg.

Tú kanst ringja 116 111: mánadag til fríggjadag kl 09-15 ella hvørt kvøld (eisini í vikuskiftinum) frá kl 20-22

Vinarliga,
Tú & Eg ráðgevingin