Góða tú.
Tað kann vera nógv ymiskt, sum ger, at vit blíva ill og gera fortreð. Og tá vit eru bangin og kedd, verða vit ofta eisini ill. Og tað er heilt ok og púra normalt. Tað er ikki nakað tú skalt broyta.
Eg haldi, at tú skalt spyrja pápa tín, um hann kann keypa bókina “Lítla bókin um stórar kenslur” til tín – so kunnu tit lesa hana saman. Hon er møguliga eisini at finna á bókasavninum. Har kanst tú læra nógv um kenslur, og at tær eru púra normalar. Allar kenslur eru ok at hava. Onkuntíð eru vit kedd og ill, uttan at vit ordiliga duga at siga við orðum, hví tað er so. Onkuntíð eru vit kedd og ill, tí okkurt í okkara gerandisdegi broytist, ella okkurt er, sum vit antin eru stúrin um ella ikki ordiliga vita hvat vit skulu gera við tað.
Gongur tú í skúla? Ella á dagstovni? Um tú gongur í skúla, so haldi eg, at tú skalt tosa við skúlasjúkrasystrina (heilsufrøðingin) – hon veit heilt sikkurt nógv um, tá foreldur hjá børnum fara hvør til sítt og hvussu strævið tað kann vera hjá børnum. Hon kann kanska hjálpa tær. Um tú gongur á dagstovni, haldi eg, at tú skalt tosa við ein av pedagogunum, um hvussu tú hevur tað. Pápin tín kann hjálpa tær at koma í samband við antin skúlasjúkrasystir ella ein pedagog.
Góða tú, tú ert heilt ok, akkurát soleiðis sum tú ert. Tað eru tey vaksnu, sum skulu hjálpa tær, soleiðis at tú fært tað betri.
Skriva endiliga aftur og fortel okkum, hvussu tað gongur.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin
Tú & Eg Ráðgevingin