Óvanlig menstruation

Spurningur: Eg fekk mina fyrstu menstruation tá eg var 13 ár. Tað gekk umleið 9 mánaðir, og eg fekk hana aftur, eg trúði at nú fór mín menstruation at vera vanlig, tí eg hevði ofta hoyrt um, at i byrjani kann hon vera nokkso óreglumessi. Men mín menstruation er enn ikki blivin vanlig, onkuntid fái eg mína menstruation vanliga, men sum oftast gongur tað eini 4-6 mánaðir í millum hvørja menstruation. Eg eri bangin fyri at tað er nakað gali við minum kroppi, eg veit gott at eg bara eri 16 ár, men eg eri so bangin fyri at eg ikki kann fáa børn í framtíðuni. Ein annar trupulleiki við mína menstruation er at eg havi ein sjeik, og sjálvt um vit altíð brúka hítu, eri eg bangin fyri at eg eri við barn, tí mín menstruation er so óvanlig, eg havi tikið fleiri graviditet testir, og hvørjafer vísir tað negativ, tað er bara ræðuliga stressandi, at vera bangin fyri at hol er komin á hituna hvørja einastu fer, eg ikki fái mína menstruation

Hey tú!
Sum tú sjálv skrivar so kunnu tað gott ganga nøkur ár frá tí, at tú hevur fingið menstratión til hon blívur heilt reglulig – tað uppliva helst allar kvinnur í sínum lívi, so tað er innan fyri tað normala. Serliga í tannárinum er tað vanligt at hava óregluliga menstratión, hetta kemst av, at hormonbalansan er óreglulig í tannárinum.

Eisini vaksnar kvinnur kunnu uppliva óregluliga menstratión, hetta skyldast ofta stúranum ella strongd.
Tú skrivar at tú er bangin, strongd og tú brúkar nógva orku uppá at stúra. Tú er bangi fyri at ikki fáa børn í framtíðini og tú er bangin fyri at vera við barn nú. – Tá tú hugsar so nógv um tað, kann tað eisini ávirka menstratiónina.
Um hetta blívur við, kanst tú gott fara til læknan og tosa við hann um tað. Læknin kann meta um tú skalt fara í hormonviðgerð, soleiðis at tínar bløðingar verða meira regluligar.

Alt tað besta, og tú er vælkomin at skriva aftur,

Tú & Eg Ráðgevingin