Sosial angist

Spurningur: Ofta havi eg trupulleikar við at sosialisera við t.d. floksfelagum, vinfolk, og familju. Eg føli tað sum at eg passi ikki inn í nakran bólk og ímyndi mær altíð at øll hata meg, halda eg eri narsissistisk, snedig, osv. Tá eg eri í skúlanum, til ein føðingardag, ella konfirmatión troyngist eg altíð at fara heim ella á ves at goyma mær frá øllum. Ofta veri eg inni í vesinum í tímavís, ella fari heim aftaná 30 minuttir, tí at eg blívi bangin at sosialisera við fólk sum eg ikki kenni væl ella sum eg hyggji upp til. Eg tori ikki at tosa við míni foreldur um tað, mamma mín trýr meg sikkurt ikki, ella pápi mín heldur at eg eri yvirdramatisk. Heilsusystrina tori eg eisini ikki at tosa við tí at eg føli meg veika við at fortelja mínir trupulleikar til onkran ið eg ikki kenni.

Hey góða genta 

Takk fyri at tú skrivar inn til okkum. Eg skilji at tú hevur ringt við at fella til í sosialum samanhangum og finna róð tá tú ert ímillum fólk. Hetta ljóðar strævið og eg giti eisini eitt sindur einsligt.  

Tú ljóðar til at vera ein genta sum hugsar nógv, kanska ov nógv til tíðir ha? Eg kenni hetta so væl at man ímyndar sær alt møguligt keðiligt, tá man følur seg ótrygga saman við fólki. Um tú ynskir at fella meira til tá tú ert saman við fólki so vil eg ráðgeva tær at royna at ímynda tær okkurt meira positivt, okkurt sum kann hjálpa tær at hugsa meira positivt um teg sjálva, at tú ert tú og tað er tað besta tú kanst bjóða, tí tú kann ikki vera nakar annar. Eg kann ikki ímynda mær at tú ert narcisistiskt. Øll greinsking vísur faktist at vit hugsa øll fyri tað mesta um okkum sjálvi, og ikki so nógv um onnur. So hetta sum tú følur at fólk hata teg og halda teg vera snediga er nokk ikki nakað sum fylir so nógv hjá tínum vinum, sum tú ímyndar tær, tí tey eru meira upptikin av sær sjálvum og teirra egnu ósikkurheit. 

Tað er púra okay at føla seg illa til passar við fólki sum man ikki kennur ella fólk sum man hyggur upp til. Hetta er púra normalt.   

Eg vil útfordra teg góða, at ístaðin fyri at renna frá, ella út á Wc sum tú skrivar, tá tú følur teg pressaða, vel so heldur at vera har tú ert, bara sit, ver, anda djúpt, hugsa positivt, og stand ímóti freistingini at renna vekk og royn alt tú kanst at finna róð í høvdi og kroppin. Hetta er betri enn at isolera teg inni á einum wc. Um tað blívur heilt óhaldiligt so er tað okay at líka fara út at anda, og ikki vera ov leingi vekk. Tín framtíða versjón av tær fer at takka tær fyri at tú arbeiddi uppá hetta beinavegin sum 13 🙂 Eg lovi tær tað! 

Eg vil líka spyrja teg. Hevur tú prøva at tosa við tíni foreldur um hvussu tú hevur tað. Man veit jú ikki veruliga hvussu tey reagera fyrr enn man prøvar. Eg kundi kanska hjálpt tær við hvussu tú sigur tað við tey, sum til dømis kanst tú siga “mamma/babba eg eri bangin fyri at tit fara at halda at eg eri yvirdramatisk, men eg havi tað faktist ordiliga ringt við at vera saman við fólki og eg fái allar møguligar negativar og ringar tankar og kenslur tá eg eri saman við teimum og eg veit ikki hvussu eg skal fáa tað betri”. 

Tað er altíð okay at man sigur við síni foreldur at man er bangin fyri hvussu tey fara at reagera tá man fortelur teimum okkurt. Hetta hjálpir tær og foreldrunum 

Eg vil aftur takka tær fyri at tú skrivaði til okkara og tú ert altíð vælkomin at skriva inn til okkum aftur, ella at ringja til 116 111.

Kh Tú & Eg Ráðgevingin