Føli meg tóma innan

Spurningur: Hey Eg eri ein genta uppá 16 ár. Seinasta árið havi eg havt sex við 3 dreingjum. Tí eina var eg veruliga forelskað í, men hann sá meg ikki sum meir enn ein “vin”. Tað stóð uppá í fleiri mánaðir at vit vóru saman seksuelt til ballir og festivalar. Men fann so kort síðan útav at hann einki føldi fyri mær, so hava ikki kontakt meir. Fyri 3 mánaðum síðan hevði eg sex við eks sjekinum hjá míni gomlu fólkaskúlavinkonu. Tað var liðugt millum teu bæði, men tey tosaðu enn og sóust av og á. So eitt kvøld tá vit øll høvdu ballast. Vóru eg og hann saman. Og vinkonan veit tað enn ikki. Fyri einum mánaði síðan var eg saman vid flirtinum hjá einari av mínum bestu vinkonum. Og hon veit tað heldur ikki. Einasta hon veit er at vit “ætlaðu” men ikki gjørdu tað allíkavæl. Fyri einum árið síðan hevði rg onga tætta vinkonu, og var mest sjálv. So byrjaði eringarólag at fanga mína uppmerksomheit, og kaloriur, og eg bestilti medisin sum man hava reciept uppá á netinum, til fólk ið vóru yvirvektig, hóast at mín vekt var 59kg. Og ja mín vekt fór niður aá 54kg. Hetta veit eingin heldur av. Seinni tá allar tabletturnar vóru uppi byrjaði eg at spýggja, tá eg føldi eg hevði etið ov nógv. Og eg geri tað av og á enn, men tað er bert um eg havi tað orduliga ringt, og vil sleppa av við pínu onkursvegna. Eg havi eitt tætt samvand við mammu mína og føli meg so falska yvirfyri henni. Mín familja hevur eisini nógvar trupulleikar, og har eru nakrir familjulimir ið hata hvønn annan. Eg elski alkohol, og mamma mín HATAR tað, so eg sníki meg ofta at drekka og fara í ball. Tað er tað sum gevurmær mót uppá lívið. Mamma mín hevur tó funnið útav tí tríggjar ferðir út av 25 kanska.. og hon fer altíð at gráta. Eg føli meg so tóma og einsamalla. Angri alt sum eg havi gjørt, men veit ik hvat eg skal gera. Hevði vilja tosa við ein sykolog men vil ikki mamma og babba skulu blandast uppí. Please hjálp

Góða genta,

Sum eg dugi at lesa, so hevur tú ikki havt tað so gott í eina tíð og hevur tí leita til dreingir, sum tú í dag hevur tað ringt við. Tú skrivar, at tú hevur verið fanga í einum etingarólagi fyri at sleppa av við tína pínu. Hetta er tíanverri nakað, sum rakar nógvar gentur á tín aldri, og tú skalt vita, at tað er hjálp at fáa fyri tað. Tað eru sálarfrøðingar sum hava servitan innan etingarólag, og duga at hjálpa ungum, sum tær, við slíkum trupulleikum. Eg vil viðmæla tær at deila tína pínu við mammu tína, og siga, at tær tørvar hjálp. Tað ljóðar, sum tú og mamma tín hava eitt gott samband, so eg vænti, at hon hevði viljað hjálpt og stuðlað tær í hesum.

Tú følir teg einsamalla og tóma, harafturat angrar tú, tað sum tú hevur gjørt. Eg hugsi, at tann lívsstílurin sum tú greiður frá, ger tað ikki nakað gott. Um tað veruliga var gott fyri teg, so hevði tú nokk ikki følt teg so tóma. Eg vil heilt víst ráða tær til at gera broytingar í tínum lívsstíli.

Støðan sum tú lýsir, er ov tung hjá tær at bera einsamøll, so eg vil heilt sikkurt ráðgeva tær at biðja um hjálpa. Ein sálarfrøðingur kann vera við at styrkja teg og vegleiða teg til ein betri og sunnari lívsstíl. Tú kanst brúka tað hjálpina frá einum sálarfrøðingi, til alt tað, tú stríðist við. Visti tú av, at tú kanst ringja til tín egna kommunulækna og spyrja hann ella hana, um tú kann fáa hjálp? Tað vilja vit ráða tær til at gera.

Tú er eisini altíð vælkomin at ringja til okkara á 116 111, um tú vil práta meira. Tað er ókeypis at ringja og tú ert dulnevnd.

vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin