Sex lóg

Spurningur: eg veit at mann fær spreingi loyvi tá man blívur 15, men er tað loyvt at ein sum er td 21-30 hava sex við eina sum er 15? Ella er tað loyvt at hava sex við ein sum er 18 tá man er 16?

Hey og takk fyri spurningin.

Lóggávan hjá okkum sigur, at tá ið ein gert 15 ár, so er loyvið at hava kynsligt samband við ein sum er 15 ár ella eldri. Tvs. at um man er 16 og 18 ár er tað lógligt. Tó so, so skal hetta altíð verða við samtykki frá báðum. Tað vil eisini siga, at hetta samtykki skal verða, tá man ikki er ávirkaður av nøkrum (rúsevnum, hóttanum ella øðrum). 

Í summum førum er marki tó 18 ár. Hetta merkir, um tann eldri er ein sum uppá onkran máta, hevur ábyrgd av tí sum er undir 18. T.d. um ein 21-30 ára gamal lærari ella annar umsorganarpersónur, hevur kynsligt samband við ein 15 ára gamlan næming, so er tað ólóligt og man kann fara í fongsul. Men fyri uttan hesar støður, er tað ikki ólógligt hjá einum 21-30 ára gomlum at hava kynsligt samband við ein vælvirkandi 15 ára gamlan. Men, tað eru fleiri serligar støður sum eru lýstar í lógini, har tað ikki er loyvið at verða saman kynsliga. T.d. at misnýta ein persón sum ikki ordeliga veit hvat hann ella hon ger, ella er í eini trongari støðu.

Men, eitt er hvat er lógligt. Nakað annað er, hvat er sunt. Tað er nokkso tíðliga at hava kynsligt samband tá man er 15 ár. Eg veit gott at summi gera tað, men tað ger tað ikki skilagott ella sunt. Tá ið man er 15 ár, er man ikki fullvaksin, hvørki kropsliga, sálarliga, sosialt ella kensluliga. Og, tað verur uppaftur verri um tann eini, tá er eitt vaksi menniskja við nógvum royndum. So eg vil bestemt ikki siga at tað er ok um ein 21-30 ára gamal hevur kynsligt samband við ein vælvirkandi 15 ára gamal. Eg hugsi at tann eldri hevur eitt stórt ansvar og burdi veri vaksin nokk til at siga nei.

Eg vóni at hatta svarar tínum spurningi,

Tú & Eg Ráðgevingin