Foreldur

Spurningur: Hey, eg eri 14 og havi 3 systkin. Okkara foreldur blivu skild fyri ca 5 árum síðani, og mamma fekk ein nýggjan sjeik fyri ca 2 árum síðani. Mær dámar slet ikki sjeikin hjá henni, og føli at eg eri víð at missa mammu mína, tí at vit aldrin gera naka longur. Eg tími heldur ikki so væl, tá sjeikurin altíð skal við, so tað er eis sindur mín egna skild, tí eg vil ikki vera saman við sjeikinum. Eg og mamman mín hava ikki gjørt naka saman síðan hann flutti inn, tí at hann er so bamsligur og skal vera við til alt. Hann tolur ikki ein skid av og heldur seg bestemma alt í húsinum. Eg tími ikki at fara familju túr og sovorit, tí at eg haldi at tað er naka fjas. Tað er mega vánaligt at fara til sovorit, tá mann ikki tímur at vera saman við fólki sum mann ikki dámar. Hann er eis skídi býttur og heldur seg bestemma yvir mær, men tað hevur hann ongan rætt til. Bara mamma kann bestemma yvir mær ongin annar. Eg vil ræðuliga gjarna flyta til babba, men hann býr so langt vekk og eg skal í skúla og vil bera saman við vinum mínum. Eg gangi eisini til onkran itrott so tað ber illa til. Orsakka eg skrivi so nógv men Vh Genta

Góða Genta,

Takk fyri títt erliga bræv.

Tað er ómetaliga torført at føla seg fangaða, tí foreldrini eru skyld – umframt at skula fyrihalda seg til eina nýggja familjusamanseting.

Sum tú skrivar, so fyllur tað ómetaliga nógv, at mamma tín hevur fingið nýggjan sjeik. Nú hevur tú minst trý vaksin, tú skalt fyrihalda teg til. Pápa tín, mammu tína og nýggja sjeikin.

Tað er ikki so lætt – hvørki fyri børnini, foreldrini ella tann nýggja sjeikin, at skulu skapa ein nýggja familjusamanseting. Øll royna, kanska eitt sindur ov desperat viðhvørt, at finna sítt pláss og hvønn annan í øllum hesum. Viðhvørt eydnast tað, aðrar tíðir gongur tað ikki so væl, men onkuntíð gongur tað gott, men tað krevur arbeiði frá øllum pørtum.

Eg hugsi, at øll vilja, at tað skal ganga væl, so tað verður lættari og heimligari hjá øllum at vera í. Men tað er lættari sagt enn gjørt.

Lat meg líka siga, at tað er ikki tín skyld, at tú og nýggi sjeikurin ikki klára so væl saman. Tað er eina og aleina ábyrgdin hjá tínum foreldrum, at gera okkurt við tað. Hjúnaskilnaður ella trivnaður heima er altíð ábyrgdin hjá foreldrunum, Tað er ongantíð ábyrgdin hjá børnunum.

Vit halda, at tú skalt tosa við foreldur tína um hetta – faktisk bæði við mammu og pápa tín, sjálvt um tað kann verða ringt. Kanska tú kanst vísa teimum brævið, sum tú hevur skriva til okkara?

Fortel teimum tað, sum tú skrivar til okkara. Fortel mammu tíni at tú saknar hana. Fortel Pápa tínum at tú saknar hann. Um tit vanliga tosa væl saman, so eri eg vís í, at tit finna eina loysn, so at tú fert at trívast betur.

Hóast tað er ábyrgdin hjá teimum vaksnu, at tú hevur tað gott, so er tað eisini umráðandi, at tú sigur við tey, hvat tú kundi hugsa tær, verður øðrvísi.

Um tær tørvar at tosa meira við okkum, er tú altíð vælkomin at ringja inn til Tú & Eg Ráðgevingina á 116 111. Tað er ókeypis og tú ert dulnenvd.

Kærar heilsanir,

Tú & Eg Ráðgevingin