Veit ikki Hvat eg skal gera

Spurningur: Hey, eg Veit ikki Hvat eg skal gera… eg gráti hvønn dag, men eg tími ikki at siga tað við nakran og eg eri bangin fyri um eg havi depressión… please hjálp?

Góði Tú

Takk fyri títt bræv.
Tað er eitt sindur trupult hjá okkum at koma við fleiri góðum ráðum, tá ið vit ikki vita nakað um hví tú grætur. Tá ið vit gerast tannáringar er tað nógv ymisk sum mennist í okkara kroppi. Okkara kenslur broytast eisini og sostatt kunnu vit reagera annarleiðis enn vit gjørdu frammanundan til alt ymiskt. Vit mæla altíð til at tosa við foreldrini um hvussu tú hevur tað. Tey hava ábyrgdina av tær, og skulu hjálpa tær.
Tú skrivar at tú ikki vil siga tað við nakran. Tað er sera umráðandi at tosa við ein tú hevur álit á.
Um tú ringir til okkum á 116 111 so kunnu vit hjálpa tær betri. Telefonráðgevingin er anonym. Tað vil siga, at vit síggja ikki hvør tað er sum ringir.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin.