Eg hati meg sjálva

Spurningur: Hvat skal eg gera, eg hati meg sjálva, mín kropp mína huð havi nógv so strech marks, eg tori ikki at vísa meg sjálva

Hey

Sum eg skilji títt bræv, so er tað ymiskt við tínari útsjónd, sum tú ert kedd um. Tú nevnir tín kropp, tína húð og at tú hevur strekkmerkir.

Tað ljóðar øgiliga keðiligt tá tú fortelur at tú hatar teg sjálva, og at tú ikki torir at vísa teg orsaka av hvussu tú hevur tað við tær sjálvari. Tað er vanligt at tannáringar hugsa nógv um sína útsjónd, og kanska enn fleiri gentir enn dreingir. So tínir tankar um teg sjálva og tín kropp beint nú er heilt vanligt til tín aldur. Tín kroppur broytist enn, og tað kann kanska til tíðir vera torført at fylgja við, og góðtaka alt sum hendir.

Eg haldi at tað er umráðandi at tú ikki letur hesar negativu tankarnar um teg sjálva fylla so nógv, at tað avmarkar teg í tínum gerandisdegi. Tað fer altíð at vera okkurt við einum sjálvum sum man kanska ikki dámar líka væl sum okkurt annað, soleiðis er tað ivaleyst hjá teimum flestu, og tað er ok, men eg ivist ikki í at tú eisini hevur nógv sum tær dámar við tær sjálvari. Royn heldur og fokusera uppá tað góða við tær og tínum kroppi, og hvussu tú ert sum persónur. Tú ert góð nokk sum tú ert!

Tú sigur einki um, um tú hevur tosað við nakran um hvussu tú hevur tað, men kanska tað hevði verið eitt hugskot at fortalt einari góðari vinkonu sum tú hevur álit á, um hvssu tú hevur tað. Ofta hjálpir tað bara at fáa sagt hvussu man hevur tað, sum kanska fyllir alt ov nógv inni í einum sjálvum.

Tað er umráðandi at tú merkir eftir, hvussu nógv hetta fyllir hjá tær, um hetta td. er við til at avmarka teg í tínum gerandisdegi og um tú kanska hevur brúk fyri at tosa við onkran um tað. Um tú blívir við at halda at hesar negativu kenslurnar fylla ov nógv hjá tær, vil eg ráða tær til at venda tær til læknan ella heilsusystirna, fyri at tosa um hvussu tú kanst fáa tað betur.

Alt tað besta til tín.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin