Vita tit hvør eg eri?

Spurningur: Eg skilji ikki orduliga, hví tit siga man er dulnevndur, tá eg skal uppgeva mail og navn?

Hey
Vit fáa ikki broytt teigarnar, har tað stendur navn, tí at veitarin av skipanini ynskir ikki at broyta henda teigin. Vit skriva tó í upplýsingunum um ráðgevingina, at tær nýtist ikki at skriva títt veruliga navn, ei heldur teldupostadressu.
Tá ið vit fáa eitt bræv, so leggja vit svari út her, tí vit hava ongastaðnis at senda tað.
Tá ið tú setir teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina ynskja vit bert at vita tín aldur og kyn, fyri at lættari kunna vegleiða teg.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin