Spurningur

Spurningur: Hey. Eg havi líka ein spurning at spyrja: Eg havi tað gott heima, men eg haldi at mamma og babba eru broytt. Tað er akkurát sum um at eg næstan onki sleppi, ímóti hvat eg sjálv haldi at eg eri sloppin. Er tað bara tí eg eri vorin eldri? Ella eru tey bangin fyri at eg geri okkurt bítt?

Hey ‘spurningur’
Takk fyri brævið. Júst sum tú broytist, broytast foreldur eisini. Tey broytast bara ikki líka sum tú. Meðan tú verður eldri og meira búgvin, skulu tey venja seg við, at tú ikki ert lítil og óbúgvin longur.
Tú skrivar onki um, hvat tað er tú ikki sleppur, so tað er eitt sindur ringt at vita hvat tað er foreldrini ikki vilja lova tær.
Hevur tú roynt at spurt tey somu spurningar, sum tú spyr okkum? Tey duga best at svara tær hvat tey eru bangin um. Og minst til at tey eru bangin um teg, tí tey eru góð við teg, so tú mást eisini vísa teimum at tú ert til at líta á.
Skriva endiliga aftur, um svarið ikki er nøktandi.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin