Hey tú við dulnevninum seinkað menstruation!
Tá graviditets royndin er negativ, ert tú ikki við barn, hóast tú ikki ansaði eftir ikki brúkti fyribyrging áleið 6 vikur áðrenn, og mánasjúkan ikki er komin aftur. Vónandi hava tit ikki verið í song saman uttan fyribyrging aftaná hettar. Annars mást tú gera nýggja roynd. Tað er soleiðis, at graviditetsroyndin, ið ein kann keypa t.d. á apotekinum verður positiv nakrar fáar dagar aftaná, at sáðkyknan og eggið eru komin saman og hava deilt seg nakrar ferðir. Tann lítli kyknuhópurin fer at gera eitt hormon, ið kallast HCG (humant chorion gonadotropin) og hettar er tað, vit máta í graviditetsroyndini. Vanliga er eggið klárt at taka ímóti einari sáðkyknu mitt í mánasjúku cyklusmánaðanum, ella 14 dagar áðrenn mánasjúkan kemur. Legg til merkis, at ein veit ikki akkurát nær eggloysing (eggið er tilreiðar) er, og tí eigur ein altíð at brúka fyribyrging , um ein ikki vil gerast við barn. Tú spyrt , um tað er normalt ikki at hava mánasjúkuna í 2 mðr og har til kann eg svara, at tað uppliva helst allar kvinnur í sínum lívi, so tað er innan fyri tað normala. Míni ráð eru, skriva í ein kalendara nær mánasjúkan byrjar og endar. Um tíðin millum mánasjúkurnar blívir við at vera meira enn 4 vikur, skuldi tú farið til tín lækna og tosa um tað. Tað er betur fyri kroppin at hava eina regluliga hormonbalansu, og hettar vísir seg við at bløðingarnar koma regluliga. Um mánasjúkan loypir um, ber til at viðgera við antin at stimulera til eggloysn (tá ein ynskir at gerast við barn) ella at fáa p-bollar, sum forða fyri eggloysn og geva regluligar bløðingar. Helst er alt i rættlagi hjá tær aftur. Tú hevur stúrt fyri at gerast við barn, og tað ávirkar hormonini og harvið hvussu mánasjúkan kemur. Tað er lætt at fáa sær angribollar og at teir kunnu keypast i hondkeypi á Apotekinum og skal takast so tíðliga sum møguligt aftaná “óhappið” og í seinasta lagi 72 tímar aftaná. Ein annar møguleiki er at fáa settan ein snyril upp í lívmóðrina hjá læknanum. Men allarbest er at brúka trygga fyribyrging sum p-bollar ella p-ring.
Alt tað besta ynskist frá Tú & Eg Ráðgevingini