Problemir við damuni

Spurningur: Eg eri ein genta sum er biseksuell. Eg og mín dama skuldu møtast í dansinum leygarkvøldid. Eg bídadi eftir henni í 2-3 tímar, men eg fann hana ikki. Hon hevdi onga fartelefon vid. So eg fór bara at dansa tætt vid einum drongi, fyri at hugna mær. Tí eg tímdi ikki at sita har í krókinum og onki gera. Men dagin eftir fekk eg at vita at hon var har og sá meg dansa vid tí dronginum. Nú sigur hon vid meg at hon veit ikki um hon kann stóla uppá meg longur, men tad er ikki lidugt. Men hon vil ikki snakka vid meg um tad. Eg kann forklára henni alt. Eg kendi handan dreingin í 30. min. Hon heldur at eg vil hava hann, men tad passar ikki. Hvat og hvussu skal eg gera fyri at vit vera lukkulig aftur. Eg vil ikki missa hana. Eg elski hana.

Hey
Øll ið hava verið, ella eru forelskaði, vita hvussu kiksað tað er, tá ið hin, man er forliptur í, ikki vil tosa um hendingar, ið eru misskiltar. At tú dansar við øðrum enn damuni er ein mannarættur, men kann eisini verða misskiltur sum ótrúskapur, sum tað er hent í tínum føri. At verða misskiltur er nakað sum er vanligt bæði fyri ung og vaksin, men er altíð keðiligt.
Nú nevnir tú eisini, at tú dansaði tætt við dronginum, og hóast tú ikki vilt hava hann, so er tað kanska tí at tú dansaði tætt við honum, at daman hjá tær misskilti støðuna.
Ráðini til tín eru, at tú heldur fast í tína egnu uppliving og uppfatan av støðuni. Tað er heldur eingin orsøk til at sita og rotna í einum hjørni, tá tú fert í býin. Og tað er einki galið við at dansa heldur. Men nú nevnir tú at tú dansaði tætt við dronginum. Og hóast tú ikki vilt hava hann, so er tað kanska nettupp tí at tú dansaði tætt við honum, at daman misskilti støðuna.
Eg vil ráða tær til at halda áfram við at tosa við damuna og ikki geva upp. Tú kanst ikki gera annað enn at greiða henni frá, at tú ikki ert áhugað í dronginum tú dansaði við, men at tú elskar hana. Gev henni tol, so tit ein dag fáa rudda misskiljingarnar av vegnum.

Góða eydnu við kerligheitini……….
Tú & Eg Ráðgevingin