OMG! Tori ikki

Spurningur: Eg eri ein genta sum langt síðan er komin í pubertetin og tað heila. Eg havi í gjøgnum tíðuna fingið longri skammillebar í neðra. Er tað normalt at teir eru 3-5 cm. Tá man bara hyggur at fisuni ? Hvat skal eg gera eg tori ikki í song við einum dreingi :(:(:((:( HJÀLP !!!!! Er tað virkuligani normalt ? Hvat siga dreingir, dáma teir tað ella ? Eg tori ikki at hava kynsliga samveru :'(

Tín spurningur er um tað er normalt, at kynsvarrar eru 3 til 5 cm í longd. Svarið er ja. Tað er ymiskt hvussu genturkvinnur síggja út i neðra. Har eru lítlar og stórar kynsvarrar. Tær lítlu eru beint við opið til móðurskeiðinavagina og eru sum tveir húðlepar og eitt sindur ymiskar í stødd hjá ymiskum kvinnum. Kunnu væl vera 5 cm niður og eitt sindur longri aftur og fram.
Hettar er ongin trupuleiki, tá tú einaferð fært hug at fara í song við einum drongi. Tá gerast tær tjúkkari og stytri av kynsligari øsing og tað kemur slím frá kertlum í opinum upp til vagina, so penismurturin lætt kann førast inn í vagina.   Dreingirmenn halda, at tær lítlu ella innastu kynsvarrar eru sera mjúkar og bleytar at nerta við bæði við fingrunum og við penis, og stórar kynsvarrar er heilt fínt.
So ikki er neyðugt at stúra..

Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin