navn

Spurningur: Hey eg eiti (dulnevni) Eg havi akkurát fylt 16 ár. Eg havi sjeik, ið er 16 “hann hevur ikki fylt enn í hesum árinum” Eitt kvøldi vóru eg og sjekurin saman og kussaðust eitt sindur ímeðan vit hugdu eftir film. Foreldur hansara vóru ikki heima, so vit vóru einsamøll. Tað endaði so við at vit fóru í song saman, og ja.. Ein mána nú aftaná finni eg útav, at eg eri uppá vegin!!.. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Eg kann ikki siga tað við foreldur míni! Er tað møguligt at fáa fosturtøku, also uttan at foreldriini vita tað? Uttanlanda er tað møguligt, er tað eisini tað í Føroyum?! please svara mær! Eg vil ikki hava barnið! og um sjeikur mín finnur útav tí, so endar okkara forhold! tað vil eg ikki.. Eg elski hann!!… :-(  

Góda tú, ið hevur nevnt teg við navni.
Vit hava valt ikki at skriva títt navn her. Tad var ikki gott, at tú sum 16 ára gomul ert óynskt vid barn. Tad var spell, at tit ikki hava brúkt fyribyrging, men tað er heilt víst nakað, sum tit longu hava angrað, og nú er best at finna út av, hvat so skal gerast. Eg rokni vid, at tú hevur gjørt eina grav. roynd, sum er positiv. Ein er ikki altíd vid barn, um mánasjúkan ikki kemur. Vidvíkjandi fosturtøku ert tú noydd til at siga einum av tínum foreldrum frá og síðan fara tit saman til kommunulæknan. Lóggávan er soleiðis, at tann, sum hevur foreldramynduleikan, skal játta, at tú fært gjørt fosturtøku, tá tú ert yngri enn 18 ár. Tín lækni metir so, um tað er í lagi at vísa teg til fosturtøku á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum, og tað rokni eg vid er í lagi eftir lógini, tí tú ert so ung. Á sjúkrahúsinum verður tu kannað ambulant og so innløgd ein dag til eina útskavingútsúgving av lívmódrini í fullari doyving. Tú kanst vanliga fara í skúla dagin eftir. Men tú mást skunda tær: tosa alt fyri eitt vid foreldrini og fá umgangandi eina tíd hja læknanum. Tad er nogv størri vandi at taka fostrið, um tú ert komin langt, og fosturtøka verdur so at siga ikki gjørd i Føroyum aftaná 12 viku. Eg skilji væl, at tað er sera tungt hjá tær at tosa við tíni foreldur um støðuna, og tí skalt tú kanska fáa heilsufrøðingin í skúlanum at hjálpa tær at tosa við tey. Hon er von við at tosa við foreldur, tá børn hava tað trupult.

Alt tad besta ynskja vit tær!
Tú & Eg Ráðgevingin