Góða tú!
Takk fyri brævið! Gott at tú valdi at senda okkum tínar tankar og stúranir. Tað er ikki lætt hjá tær, og tað er ikki lætt fyri tíni foreldur. Hetta er ein byrjan til títt ungdómslív. Fyri teg er tað so spennandi og stuttligt. Men fyri tíni foreldur kemur kenslan, – at tað er meira og meira torført at ansa eftir, verja teg,(okkara barn) so tú ikki kemur út í óføri, ella okkurt hendir tær. Tað er troyttandi hjá tær, at tey ikki hava álit á, at tað er trygt hjá tær at vera har, ið tú hevur tað stuttligt, men tey eru ikki har, og duga tí heldur ikki at ímynda sær, hvat tú gert saman við tínum vinfólki.
Báðir partar hava ofta torført við at skilja hvønn annan hesa tíðina. Tit tosa ikki sama mál nærmast. Men, sjálvt um tú skrivar at tað nyttar einki at tosa við tíni foreldur, so eru tað allíkavæl tit, sum mugu gera eina roynd at semjast, ella koma til eina niðurstøðu, sum báðir partar kunnu liva við.
Hóast tað er ringt at tosa saman um hetta, so er tað besta um tit fáa tað gjørt. Tað skal helst verða á ein hátt, har tit ikki fara at skeldast. Eg veit ikki hvussu tit samskifta heima hjá tykkum. Tútit mugu finna eina løtu, tá ið tað er friður og øll eru rólig. Tí um tað er soleiðis at tú spyrt sama kvøld, sumtú ætlar tær út, so verða nokk fleiri ósemjur og skeldarí, enn um tú spyrt aðrar tíðir, t.d. tá tit hava góðar løtur saman.
Tí vildi eg hildið, at tað hevði verið best fyri báðar parta, at tit fingu tykkum eitt prát um hvat tit, báðir partar kunnu liva við. Meira breitt, hvat kundi tú hugsað tær, hvat heldur tú er rímiligt og hvat halda foreldrini, og hvat kunnu tit gera fyri at tey kunnu lýta betur á teg. Eitt er, at tú heldur tær avtalur tit gera, men tað eru eisini onnur ting tú kanst gera, t.d ringja, og siga hvar tú ert, hvat tú gert og hvørjum tú ert saman við.
Eingin familja er eins, tí mást tú royna at finna tað sum riggar best heima hjá tykkum.
Vinirnir eru rættuliga umráðandi í tínum aldri, men tað er eisini umráðandi fyri tín trivnað, at tú hevur tað gott saman við tínum foreldrum og systkinum.
Góða eydnu við tí heila!
heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin