Føli meg feitan

Spurningur: Heey, eg eri 1,51 og vigi 32kg. Eg føli meg meega feita, hvat skal eg gera ? Eg eri 13 ára gomul. Eri eg feit ? Skal eg taka uppá ?

Góða tú, ið kallar teg ”Føli meg feitan”
Tað er torført hjá mær at siga, hvussu nógv tú eigur at viga orsakað aldri tínum. Hvussu búgvin tú ert likamliga, hevur stóran týdning. Men um tað er rætt, at tú ert 151 cm og vigar 32kg, so ert tú ikki ov tjúkk. Tvørturímóti.

Eg haldi tað hevði verið eitt gott hugskot, um tú antin tosar við tín lækna ella heilsusystrina á skúlanum um tína vekt. Tey kunnu geva tær røttu ráðini – eisini um tú hevur nógvar ørkymlandi tankar um vektina, kroppin og mat.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin