Anal sex og Doggy style

Spurningur: Hey hey. Eg eri ein drongur uppá 18 ár, og vil fegin vita hvat anal sex er. Kanst tú fortelja mær tað? Allir mínir vinir hava havt tað og eg tori ikki at spyrja hvat tað er! Og hvat er doggy style?

Hey tit báðir.
Eg havi valt at svara tykkum saman, tí tit kunnu hyggja inn á heimasíðuna www.sexlinien.dk og finna svarini til spurningarnar. Har klikka tit inn á leksikon og ‘piger’ fyri at finna klitoris og ‘sex’ fyri at finna útav hvat anal sex er. Har eru kanska eisini svar til aðrar spurningar tit hava viðvíkjandi tí seksuella.

Tá onnur siga at øll hava roynt tað, passar tað ikki altíð og tit skulu ikki altíð trúgva tí. Tað tit skulu lurta eftir er tykkara egnu ynskjum og ongantíð fara longri en tit, ella hin parturin, hevur hug til.
Doggy style er at gera tað sum hundarnar gera tað. Ein liggur á knæ og hin er aftanfyri!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin