‘Anonyma. Hopi tit svara skjótt:)’

Spurningur: Hey :) Takk fyri ein super brævkassa :) Nu er tað sodan, at eg havi ein sjeik og vit hava 
verið saman í næstan 1 ár. Eg elski hann virkuliga og eg veit at hann elskar eisini meg yvir alt:) Eg havi tikið p-pillar i meir enn 3 mánaðir og vit fóru ikki í song fyrrenn eg hevði tikið teir sindur minni enn ein mánað, eg vildi líkasum hava at teir skuldu ordliga seta seg inn í systemið, og tað forstóð sjeikurin væl:) vit hava so verið í song saman ofta og altíð brúkt hít, men seinastu ferð brúktu vit ikki, og eg eri bara so bangin fyri at vera við barn. eg veit at tað er lítil kjansur fyri eg eri við barn, av tí eg taki p-pillar, men kunnu tit ikki siga mær okkurt, so at eg slappi meira av og ikki gangi konstant og tonki uppá at eg eri við barn? :)

Hey ‘Anonyma’
Deiligt, at tær dámar brævkassan:-) – Vit gera okkara allarbesta og royna at svara spurningum til brævkassan skjótast gjørligt, men hevur tú átroðkandi spurningar, er frægast at ringja til Tú & Eg Ráðgevingin telefonina, so fært tú greið boð beinanvegin:-)
P-bollar er ein tann mest nýtta verjan ímóti at gerast við barn. Fyri at tú skal gerast við barn, krevst at eitt egg frá tær er klárt at verða befruktað av sáðkyknuni frá manninum. P-bollar gera at tú ikki hevur eggloysn, t.v.s. einki egg verður klárt at verða befruktað og tú verður sostatt ikki við barn, um tit brúka hít ella ikki.
Meginreglan er sostatt at etur tú p-bollar regluliga, verður tú ikki við barn, sjálvt um tú og sjeikurin ikki brúka hít.
P-bollar er ein tann tryggasta verjan ímóti at gerast við barn UM tú etur teir regluliga.
Um tú ikki etur p-bollar regluliga, er tað tryggast at brúka hít afturat. Gloymir tú t.d. ein ella tveir p-bollar ein mánaða er umráðandi at tit brúka hít restina av tí mánaðinum.
Eisini er sera umráðandi at tit brúka hít, um tú hevur havt spýggisjúku og p-bollin tí ikki er sloppin at virka í kroppinum.
Hetta hevur tó ikki ávirkan á mánaðin eftir – tá virkar p-bollin aftur sum vanligt.
P-bollar verja IKKI ímóti kynssjúkum, og er tí ikki nøktandi verja, um tú ella sjeikurin hava verið í song við onkrum øðrum.
Vónandi er hetta svar nøktandi – tú kanst eisini lesa meir um verju undir EG & LÍVIÐ Kynslív Verja, ella á www.sexlinjen.dk, og tú er sjálvandi vælkomin at skriva ella ringja til okkara aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin