Haldi eg eri uppávegin

Spurningur: Hey. Eg eri ein 14 ára gomul genta. Eg og sjeikurin hava verið so býtt at vit hava kynsliga samveru, uttan hít. Vit steðgaðu ikki, veit ikki hví. Tað er bara nógv betur uttan hít. Og nú haldi eg at eg eri uppávegin. Hvat um eg eri? hvat skal eg so gera? eg havi deprisjon alt gongur illa heima, og eg veit ikki orduliga hvussu eg nakrantíð kann fortelja nøkrum um hetta. Hettar kann bara blíva verri. Eg vil so fegin taka abort. Men nú er tað soleiðis í Føroyum, at tað ikki ber til. Please gev mær nøkur góð ráð. Eri so bangin.

Góða 14 ára gamla, sum kann vera við barn.
Tað fyrsta tú skalt gera er at kanna um graviditets royndin er positiv, tí so ert tú við barn.  Keyp graviditets á Apotekinum og goym so morgun urintil tað er kølnað og kanna, so sum innlegg seðilin sigur.
Um royndin er positiv ma tú alt fyri eitt tosa við tini foreldur og fáa eitt av teimum við til tin lækna, sum so tosar við tykkum og kannar teg.
Tu fært loyvi til fosturtøku i Føroyum, tí tú ert so ung, men tini foreldur ella eitt av teimum skulu taka undir við at tað er rætt at gera.   Skuldu foreldrini  nokta tær at fáa abort, kann barnaverndin yvirtaka ábyrgdina, so tú allíkavæl kann fáa gjørt abort.
Hjá tær er umráðandi at fáa eina góða fyribyrging, bæði um tú fært abort og eisini um tú vónandi ikki ert við barn.   P-pillara, P-ring, ella P-stav hevði verið gott hjá tær.  Hesi forða fyri at tað verdur gjørt eitt búgvi egg.   Ein møguleiki er eisini ein mini snyril ella spiral.
Hesi sløgini forða fyri at tú verdur við barn, men fyribyrgja ikki kynssjúkur,  Tá noyðist ein eisini at brúka hít.
Aftur einaferð, um menstruationin ikki er komin, so kanna alt fyri eitt um tú ert við barn og verd meira skilagóð i framtíðini,  tað er betur.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin