Vinkona mín tørvar hjálp!!

Spurningur: Eg eri ein 14 ára gonul genta, eg havi eina vinkonu uppá 15 ár sum tørvar hjálp nú! Vinkona mín hevur deprisión, hon tekur tablettir fyri tað, so hon skal vera glað. Men… Har gongur ikki gott har heima. Hon, cuttar., altso sker i seg sjálva. Pápin hatar hana, hann spottar hana út. Hevur stongt hana uttan fyri um náttina, skumpa hana gjøgnum trappurnar…hann sigur at hon er skomm fyri familjuna, at hon skal fara á barnaheim at repa seg sjálva, at hon hevur oyðilagt lívi hjá familjuni. Hon er so góð trúgvandi og fyrigevur pápanum. Hetta drepur meg at vita, at vinkona mín, sum eg elski yvir alt.. Hevur tað so ringt. Ikki bara tað, mamman hevur verið innløgd fyri stress. Mamma hennara, betalir fyri alla familjuna. So nú i dag ringir hon, til min… Hon skríggjar og grætur. Rópar at hon angrar alt, hon hatar seg sjálva, hon skríggjar mitt navn um hjálp. Eg byrji at gráta, og royni at sissa hana, spyrja hvat er galið… Hon hevði gjørt tað aftur. Hon hevði skorið seg sjálva i baðikarinum, og beint áðrenn hon skuldi stinga seg sjálva, og gera enda á sær sjálvari. Gongur mamman inn, hon rópar er bangin og grætur. Tekur hana úr baðikarinum, og ringir til alla familjuna. At tey mugu samlast. Hon hevur tað av fananum til. Eg veit ikki hvat eg skal gera. Hvat fer at henda? Fer hon at vera tvangsfjerna? Tað einasta eg vil er at sleppa eftir henni, taka og klemma hana. Hvat skal eg gera? Er tað rætt at eg veit hetta, og einki geri við tað? Eg havi brúk fyri hjálp nú! Vh gentan sum grætur eyguni úr sær…

Góða genta.

Tað ljóðar sum vinkona tín veksur upp í einum heimið, ið er merkt av harðskapi og misnýtslu. Hetta er ógvuliga hart og ótrygt, tí er tað als ikki undarligt, at hon ikki hevur tað gott. Um eitt barn ella ein ungur veksur upp í harðskapi, so verður hesin ikki røktaðu av foreldrum sínum, soleiðis sum foreldur eiga at røkta síni børn. Við øðrum orðum, er man úti fyri umsorganarsviki og hetta er álvarsligt.

Tað ljóðar á tínum brævið sum, at mamman fer at gera okkurt við støðuna. Tað er eingin ivi um, at tað besta hevði verið um vinkona tín kom burtur úr støðuni, sum er í heiminum, men tað er ikki nakað, ið ein sum vinkona kann gera nakað við. At vaksin fólk velja at vera í einum harðskaps raktum parlagi er ikki tín ábyrgd. Tað sum vinkona tín upplivir í sínum heimið er slett ikki í ordan, og her eigur vend at koma í beinan vegin. Sum vit skilja á tínum brævið, so er hon útsett fyri báði sálarligum og kropsligum harðskapi, sum møguliga eisini er grundin til at hon hevur eina sjálvskaðandi atferð.

Vit vilja ráða tær til, at boða frá hjá barnaverndartænastuni ella hjá tykkara flokslærara, um hvat tað er, ið fer fram. Einki hendir við at ringja og tær nýtist ikki at siga hvønn talan er um.  Barnaverndartænastan hevur sosialráðgevar, sum gentan og familja hennara kunnu tosa við. Tú kanst sjálvandi eisini seta teg í samband við tey og fáa hjálp. Tú behøvist ikki at siga hvør familja talan er um, so tað hendir einki, hvørki við tær ella tínari vinkonu, um tú bert ynskir at tosa við tey um tað tú hevur uppliva.  Nú vita vit ikki hvar í Føroyum tú býrt, so vita vit ikki júst hvørja barnaverndartænastu tú skal ringja til, men inni her http:www.bvs.foDefault.aspx?ID=147  sært tú upplýsingar um barnavernduna í tínum øki.

Tað kann væl verða at vinkona tín ikki ynskir at tú gert hetta, men sum tú so væl greiður frá, so hevur tín vinkona tað als ikki gott.  Um hon skal fáa tað betri, sum hon hevur fullan rætt til, so má okkurt henda.

Tú er sjálvandi vælkomin at ringja til okkara skrivstovu á 116 111. So kunnu vit hjálpa tær og tínari vinkonu at koma víðari við hesum.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin