‘Einsamallur Drongur’

Spurningur: Eg brùki d ìstadin fyri edd
Hey eg vildi bara vita um man kann bliva happadur tì at tey sum happadu vòru avisjùk à onkran màta. Eg bleiv sjàlvur happadur.og tad gjørdi at eg ongar vinir havi her ì bygduni. jù eg eg havi ein vin sum gonguri 9 flokki.men hann fer til D.K ì eftirskùla

Hey ‘Einsamallur Drongur’
Tað má verða tungt hjá tær, at vinmaður tín skal fara til Danmarkar á eftirskúla, serliga tá tú følir at tú ikki hevur aðrar vinir enn hann. Eg skilji væl at tú kallar teg ‘Einsamallur Drongur’!

Tað kunnu verða óteljandi orsøkir til at summi happa.
Tað er skeivt at happa – og øvundsjúka kann eisini vera ein orsøk til at onkur happar – men tað er kortini als eingin umbering fyri at happa nakran!
Eingin – heldur ikki tú – hevur uppiborið at verða happaður, heldur ikki um hini eru øvindsjúk inná eitthvørt.

Vónandi verður tú ikki happaður longur!? Um tú enn verður happaður, so skalt tú hava hjálp til at steðga happingini. At byrja við, kanst tú tosa við lærara tín og biðja hann ella hana hjálpa tær við at steðga happingini. Td. kann lærarin taka happing upp í flokkinum og tosa við tykkum um tað – ella finna aðrar mátar at hjálpa tær. Tú kanst eisini tosa við foreldrini hjá tær, ella onkran annan vaksnan tú hevur álit á, og biðja tey hjálpa tær. Happingin eigur at verða steðgað, og tey vaksnu eiga at hjálpa tær við tí!

Kanska kundi tú eisini roynt at funnið onkran nýggjan vin – ella vinir.
Er onkur annar ungur í bygdini, ið ikki happar, sum tú kundi roynt at verið væl við?
Kanska er onkur, sum hevur somu áhugamál sum tú, sum tú bara ikki hevur hugsa um at verið vinur við?
Tú kundi kanska spurt onkran, um tey hava hug at gera okkurt saman við tær, ella um tit skulu fylgjast onkustaðni.
Tíverri happa summi – men flestu fólk eru fitt og vinarlig – tú skal bara finna tey røttu!

Vit vilja fegin frætta frá tær aftur – tú kanst eisini altíð ringja til Tú & Eg Ráðgevingina og tosa við ein ráðgeva, ið kann lurta og kanska hjálpa tær. Ring á tlf.: 116 111