Góða tú, sum verður happað av dreingjunum.
Tað er gott at tú skrivar, eg skilji væl at tú ert kedd av at verða happað. Happing er ein álvarsligur trupulleiki, sum tú skalt hava hjálp til at fáa steðga. Tað er ikki nakað tú skalt finna teg í.
Øll hava rætt til at trúgva tí sum tey vilja, og rætt til at hava sína trúgv í friði fyri øðrum. Tað er einki galið við tær, tað eru tey sum happa sum gera nakað skeivt.
Tú skrivar ikki, um nakar vaksin veit av hesum, men eg haldi tað vera umráðandi, at tú tosar við onkran vaksnan um tað. Til dømis foreldur tíni ella flokslæraran, ella onkran heilt annan, sum tú følir, tú kanst tosa við. Um lærarin veit, at dreingirnir happa teg, so kann hannhon kanska práta í flokkinum, um tað at hava ymiska trúgv, um tað at vit eiga at virða hvønn annan, og vera hampulig við hvønn annan. Tað eru tey vaksnu, sum skulu bera ábyrgdina av at loysa hendan trupulleikan, ikki tú sjálv. Tí er tað umráðandi at onkur vaksin fær hettar at vita.
Góða eydnu! Um tú hevur tørv á at tosa meira um hetta, so ert tú altíð vælkomin at ringja til ráðgevingina, telefon: 116 111