Abort í Danmark?

Spurningur: Hey, nú er tað soleiðis at eg havi tikið p-pillarar í umleið 1,5 ár. Men nú er tað soleiðis at eg ikki havi fingið mens í pausuni, og eri tí bangin fyri at eg eri blivin uppávegin. Eg veit hvussu lógin er í Føroyum viðvíkjandi abort, men hvussu er í Danmark? Eg vil ikki fáa barni tí baði eg og sjeikurin (sum býr í fø) eru ikki klár at fáa barn, og eingin av okkum hevur útbúgving. Og um lógin í Danmark er tann sama sum í Føroyum er tað so í ordan at taka pappmammuna við, ella skal tað vera eitt foreldur?

Goða genta 16 ár.  Tá ein hevur tikið p-pillarar meira enn eitt ár kemur tað fyri at bløðingin ikki kemur og tað er i lagi, orsøkin er at rovan er blivin so tunn at tað bert kemur eitt sindur av slími,  men sjálvandi skal tú sum skjótast gera eina graviditets roynd,  sum tú kanst keypa á apotekinum.
Skuldi tað verið so óheppid, at tú ert við barn,  skilji eg væl, at tit eru ov ung at gerast foreldur nú.
Eg rokni við tað verdur lætt hjá tær at fáa loyvi til fosturtøku i FO, tí tú ert so ung.   Tú skal alt fyri eitt fáa viðtalutíð hjá  læknanum og hava mammu ella pápa tín við, tann sum hevur foreldramyndugleikan,  og so greiða gjølla frá hví tað ikki ber til at fáa eitt barn nú.  Tú kanst eisini skriva eitt bræv um hettar at hava við til læknan.
Í Danmark er frítt at fáa abort til og við 12 viku. Tá ein er undir 18 ár skal tann sum hevur foreldramyndugleikan vera við til lækna samrøðuna og eisini skriva eina umsókn undir. Tað er minst risiko og gongur lættast at gera abort  so týdliga sum gjørligt,  so skunda tær og halt endiliga áfram við p-pillaranum. sum vanligt, so tú ikki verdur við barn nú.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin