Góða genta 14 ár. Gott tú ikki ætlar tær í song við einum dreingi nú, tað er jú ólógligt, tá ein er yngri enn 15 ár. Somuleiðis kanst tú heldur ikki fáa p-pill sum fyribyrging nú, men læknin kann geva p-pillara sum viðgerð av sterkum og drúgvum menstruatiónum hjá gentum yngri enn 15 ár. P-pillarir eru góðir beinanvegin um 1.tablett verður tikin , tá menstuatiónin byrjar, og hareftir ein tablett dagliga. Tá forðar p-pillarin fyri eggjaloysningi, og tá onki egg er, verður ein ikki við barn. Ein eigur at brúka kondom eisini , um tað er vandi fyri kynssjúku sum klamydia ella HPV. Um drongurin ikki hevur verið saman við aðrari gentu, er vandin fyri at fáa eina kynssjúku nærmast ongin. P-pillarir ávirka ikki fertilitetin (møguleikan at fáa barn) hjá einari gentu. So um tú velur at taka p-pillara tá tað er aktuelt at fara i song við einum dreingi, so hevur tú eins góðan møguleika at fáa børn seinni, tá tú ynskir tað.
At enda má eg rósa tær fyri , at tú gjarna vil vera væl fyrireikað.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin