P Pillarir

Spurningur: Hvussu ger man um man skal byrja uppá at taka P-pillar?ps. Vil líka siga takk fyri at tit hava gjørt hesa síđina, tađ hjálpur nógvum, og tađ hevur hjálpt mær nógv!:))) Svar

Góða Genta
Um tú ynskir at byrja við P-pillarum, skal tú vitja tín kommunulækna. P- pillarar kunnu ikki keypast, eins og vanligar vørur ella vitaminir. Tað finnast fleyri møguleikar tá talan er um fyribyrging. Hetta fara tú og kommunulæknin at tosa saman um. Tá ið ein gerst 15 ár, kann ein frítt velja sín egna kommunulækna, uttan samtykki frá foreldrum sínum.
Nú veit eg ikki hvar tú býrt, men um tú trýstur á hesa leinkjuna, so sært tú navn og telefonnummar hjá øllum kommunulæknum í Føroyum. a “http:www.heilsutrygd.foget.file?ID=13370″>http:www.heilsutrygd.foget.file?ID=13370a>
Tað gleðir okkum, at kunna hjálpa
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin