Góða genta.
Nú veit eg ikki, hvat stóð á messenger hjá mammu tíni og hvussu sikkur tú ert í, at hon er ótrúgv ímóti pápa tínum, men eg haldi ikki, at tú skalt gera nakað. Foreldur tíni eru vaksin fólk, og skulu nokk finna útav einum hvørjum, ið er teirra millum. Hetta mást tú líta á. Um hetta órógvar teg, kanst tú spyrja mammu tína um hetta. Greið henni frá, at tá tú komst til telduna varnaðist tú okkurt ið fekk teg at føla teg illa. Sig at tú vil tosa við hana um hetta. Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum aftur, um tú hevur vilt tosa meir um hetta.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin