Barnarættindi

Góðu tit ið arbeiða við verkætlan. Takk fyri fyrispurningin. Ráðgevingin er ikki ætla til at svara spurningum viðvíkjandi uppgávum í skúlanum. Tit kunnu ringja til Barnabata á telefon 610140, so fáa tit hjálp til tykkara verkætlan. Vinaliga Tú & Eg Ráðgevingin

Beiggi mín

Góða Genta, Takk fyri títt bræv. Tað er sera flott av tær at skriva til okkara í hesum sambandinum. Tú kanst fortelja foreldrum tínum um Mentorskipanina hjá Barnabata https://barnabati.kinsta.cloud/mentor/ Samskiparin hjá Barnabata, ið arbeiðir við Mentor, hevur góðar royndir við júst slíkum avbjóðingum sum tú tosar um. Tú kanst eisini ringja anonymt til 116 111 […]

Útbúgving

Góða Genta Í dag eru tað sera nógvir møguleikar út yvir tað at fara á Student, og lukku tí, so hava vit góðar vegleiðingar til júst hetta. Um tú gongur í fólkaskúla beint nú, so kanst tú seta teg í samband við ein vegleiðara. Her er ein leinkja til allar vegleiðarar í fólkaskúlunum í Føroyum: […]

Ja

Góða/Góði tú Takk fyri brævið. Tú skrivar at tú er bangin fyri landsroyndum. Tað eru nógv børn og ung ið eru bangin fyri royndum. Vit vita at tað ikki fær tín ótta burtur, men so veit tú at tú ikki er einsamallur/einsamøll. Tínir lærarar vita nógv um hvussu tað er hjá børnum at vera bangin […]

Hjálp

Góða tú, sum biður um hjálp! Tú skrivar at tú er bangin fyri at vit kunnu finna útav hvør tú er, so eg vil byrja við at siga við teg, at vit hava ikki møguleika fyri at finna útav hvør tú er. Tú er 100% dulnevnd. Takk fyri títt opna og erliga bræv, tú hevur […]

Klikan í flokkinum

Hey Takk fyri brævið. Tað er gott, at tú skrivar inn til okkara og fær sett orð á tað, tú stríðist við. Vit skilja væl, at tú hugsar nógv um hetta. Vit hava øll, óansæð aldur, tørv á stuðli frá hvørjum øðrum. Einsemi og kenslan av at vera uttanfyri er avgjørt nakað, vit skulu hava hjálp […]

Skúlatroytt

Góðu tú Takk fyri brævið. Vit hava júst svara einum brævið í líkist nógv tínum. Tú kann síggja svarið her: Troytt Um vit ikki svaraðu upp á tað, sum tú vildi, so ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara. Alt tað besta, Tú & Eg Ráðgevingin

?

Góða Genta Takk fyri at tú sendi okkum eitt bræv. Sambært brævið tínum eru ting sum benda á, at tú ikki hevur tað gott, og hetta mugu vit bøta um. Tó so mugu vit viðganga, at um vit skulu fáa sum best burturúr, ynskja vit at tú ringir til okkara á 116 111. Hetta er […]

Troytt

Góða genta Takk fyri eitt greitt og gott bræv. Tú skrivar at tú ert troytt av skúlanum, og eftir øllum tí sum tú greiður frá, so dugi eg væl at ímynda mær, at tú ert troytt. Tú tosar um, at tey sum arbeiða eisini grenja um sítt arbeiði, so hví ganga í skúla fyri at […]

Einsemi í skúlanum

Hey Takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar inn til okkum og fær sett orð á hvat tú stríðist við. Vit skilja væl at tú blívur troytt. Vit hava øll, óansæð aldur, tørv á stuðli frá hvørjum øðrum. Einsemi og kenslan av at vera uttanfyri felagsskapin er avgjørt nakað vit skulu hava hjálp […]