Spurning um hjálp

Góða Genta Tað er sera umráðandi at hava onkran at tosa við, um hesi viðurskifti tú nevnir. Tú spyr um tað er okey, at tú skrivar til ein persón, ið hjálpir tær at seta orð á tínar upplivingar, og um hesin persónur megnar at lofta hesum. Tað er sera torført hjá okkum at svara hesum […]

Misbrúk

Góða genta! Takk fyri brævið. Nú vita vit ikki rættiliga hvat misbrúk tú meinar við, og av tí sama, er tað eitt sindur torført at geva tær eitt greitt svar. Tá talan er um misbrúk, so eru nógv ymisk sløg, til dømis alkohol (øl, brennivín); eisini kann talan vera um sálarliga og kropsliga misnýtslu. Sálarlig […]

Royking og drekking

Góða genta Tú hevur sanniliga stórar trupulleikar. Tað er vandamikið bæði at drekka og roykja tá ein bert er 12 ár, kroppurin hjá tær er enn i vøkstri og búnast,  tá er tað enn meira skaðiligt enn seinni i lívinum.  Tú stjelur, tað er kriminelt. Alt hettar gert tú einsamøll,  tí tú følir teg hataða, einsamalla. Her kanst […]

‘eitt av mínum problemum her í lívinum..’

Góða tú! Takk fyri brævið! Rúsdrekkamisnýtsla ávirkar alla familjuna, og tú dugir sera væl at lýsa, hvussu tað kann vera at hava ein pápa, sum drekkur ov illa. Tað er neyvan lætt at verða tú! Tá eg lesi títt bræv er tað serliga eyðkennandi, at tú følir teg kroysta, skammast av pápa tínum og hevur […]