wtf?

Spurningur: Hey! 1000 takk fyri hendan brævkassan. Eg eri so forvirra! – eg havi ein fantastiskan sjeik sum eg eri so gód vid (hann er 23), men hann sær meg obinbart ikki sum damuna hjá sær, hann sigur bara at vit fjasast, men sigur allllllllatíd at hann er so gódur vid meg og hann dyrkar meg osv. og hann hevur kortsídani “sprongt” meg, og vit hava nú mogga tvær ferdir (sjálvt um eg trúgvi at man skal bída til man er giftur…). men so er tad tad at hann er uttanlanda nu, og hevur fortalt mær at hann hevur mogga eina horu. Og hann sigur, at túrurin var planlagdur ádrenn eg og hann byrjadu at fjasast, so hann føldi bara at hann mátti, sidani tad var loyvt i ti landinum hann er i. Men eg veit ikki um eg skal flenna ella gráta, tí at eg siggi hann sum min sjeik, og so føli eg at hann er ótrúgvur. men …… ? eg veit ikki…. hopi tit kunnu hjálpa mær eitt sindur.   

Hey hey!
Tað er lætt at skilja, at tú ert forvirrað. Tað er náttúrligt, at tú følir at hann er ótrúgvur, tá hann hevur verið saman við einari aðrari. Tú hevur gott innlit í tykkara samband, tí tú hevur sjálv funnið út av, at hann sær øðrvísi uppá tykkara samband, enn tú gert. Tað er ikki heilt tað sama at fjasast og at vera eitt par. Hann vil hava teg, men tað sær út sum hann eisini vil vera fríur. Tað er so upp til tín at finna út av, um tú vilt finna teg í tí ella ikki. Tú mást gera upp við teg sjálva, um tú vilt hava hann, sjálvt um hann ikki sær teg sum damuna hjá sær. Síðani haldi eg, at tú mást tosa við hann um, hvussu tú hevur tað. Tú kanst spyrja hann, um tað at fjasast inniber, at hann vil vera saman við øðrum gentum, ímeðan hann gongur saman við tær. Eg gangi út frá, at hann ikki hevði verið glaður, um fórt við einum øðrum dreingi, sjálvt um hann sigur, at tit bara fjasast. Tú skrivar ikki, um tit hava tosað saman um sovorðið, men tað ljóðar sum tykkara samband er rættiliga nýtt. Eg haldi eisini, at tú skalt hugsa um at fyribyrgja teg við hít, tá tú ert saman við honum. Hann hevur ein kynsligan vanda-atburð, tá hann hevur kynsliga samveru við einari skøkju, og tað er ilt at siga, hvørjum hann annars hevur verið og er saman við. At hann nú hevur verið saman við einari skøkju er kanska eina gamal dreymur hjá honum, men tað er løgið, at hann útlivir sín dreym nú, ið hann sigur seg vera góðan við teg, og hevur havt kynsligt samband við teg. Hansara umbering, at tað er loyvt í tí landinum og at hann tí mátti gera tað, er enn løgnari. So tað er ikki gott at vita, um tú skalt flenna ella gráta. Hann hevur sjálvur valt at fara við einari skøkju, og  eingin kann noyða hann til tað. Eg haldi, at tú skalt hugsa teg væl um. Er hann tað verdur? Men øll kunnu gera okkurt býtt og tað kann vera, at hann hevur uppiborið ein kjans afturat. Men eg vóni ikki at tú finnur teg í tí, um hann fer við øðrum gentum aftur. Tú hevur uppiborið betri.

Bestu heilsur Tú & Eg ráðgevingin