Voldtikin

Spurningur: Eg verði voldtikin alla tíð her í skúlanum. Eg nýti tað, men eg vil ikki. Hvat skal eg gera?

Góða genta!
Fyrst skalt tú vita, at vit hava broytt tín spurning, fyri at verja teg. Takk fyri títt bræv! Tú sigur í brævinum, at tú verður voldtikin í skúlanum og spyrt um hvat, ið tú skalt gera. Tað er ikki loyvt at neyðtaka nakran, hvørki í skúlanum ella aðrastaðni. Tað er ein brotsgerð, sum tú kanst melda til løgregluna til eina og hvørja tíð. Tað, sum tú verður útsett fyri, er sera álvarsligt. Tú hevur tørv á at fáa hjálp til at fáa tað steðgað beinanvegin, og tí mást tú finna ein vaksin – lærara ella heilsufrøðing, sum kann hjálpa tær. Tú mást royna at ansa væl eftir tær sjálvari, og ikki gera nakað, ið tú ikki vilt gera. Fyri at tú beinanvegin kanst steðga tí, kanst tú royna at flyta teg burtur úr støðuni, og flyta teg frá teimum, ið gera seg inná teg, so at tað ikki er gjørligt. Kanska lættari sagt enn gjørt, men tað er vert at royna. Tað hevði verið gott, um tú setti teg í samband við okkum umvegis telefon ella kjatt. Her kanst tú vera dulnevnd, og vit kunnu hjálpa tær.

Alt tað besta, góða tú!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin