Vil doyggja

Spurningur: Hey! Eg orki ikki at liva meira… Jólini vóru ikki so góð.. eg og mín lítla systir hava kanska veri tætt við ein sum hevur Corona.. mamma mín græt. Tí hon er bangin fyri at omma og abbi hava tað. Ti eg Og mín lítla systir vóru har. Vit hava hildi jól við teimum. Eg veit at tað ikki er mítt problem at mamma grætur. Men eg eri ikki glað tá mamma ikki er.. eg eri ongantíð glað… eg eri mega bangin. Eg tori ikki vissi mín omma og abbi doyggja.. eg drepi meg sjálva tá. Eg havi bara hug at gráta hart meðan onkir klemmar meg. Eg orki ikki at halda tað hemmiligt. Eg eri mega góð at spæla glað! Ein lærari spurdi um okkurt var galið eg segði bara at eg var móð.. Og eg havi ein klump í hálsinum um jólini ella eina kenslu sum er mega tung innaní, tí at tað er longu 1 ár fari síðan jól. Og eg havi tað sama við skúlanum. Eg tími ikki í skúla. Vit hava mega nógv skúlating. Eg fái stress, eisini fyrr var eg best í næstan øllum men ikki longur. Øll halda eg eri góð men eg eri ikki…! Eg orkiiiiii virkiliga ikki meir… eg vil drepa meg sjálvan..

Góða tú sum hevur skriva til okkum fyrr,

Takk fyri títt bræv.
Eg eri so glað fyri at tú skrivar til okkum og biður um hjálp, tað er eitt flott stig at taka. Tað fortelur mær at tú er sterk og eg haldi at vit kunnu finna útav hesum saman.

Um tú ringir til okkara á 116 111 so kunnu vit tosa um tína støðu, uttan at vit vita hvør tú ert. Her kunnu vit saman royna at seta orð á tínar kenslur og saman finna eina loysn.

Telefonin 116 111 svarar hvørt kvøld í allari jólaferiuni frá kl 20-22. Men í kvøld hava vit opið heilt til kl 24.

Tú kann eisini senda okkum eitt bræv við navninum hjá tær og einum nummari, so ringja vit teg upp. Upplýsingar um teg leggja vit sjálvandi ikki út á heimasíðu okkara. Tú er dulnevnd – vit vilja bara sleppa at hjálpa tær.

Eg vóni so hjartaliga at fáa eitt prát við teg.

Vinaliga
Tù & Eg Ráðgevingin