Við barn

Spurningur: Eg eri bangin fyri at eg eri við barn. Eg havi havt samlegu við mínum sjeiki, og vit brúktu ikki fyribyrging, eg eri bangin fyri at eg eri við barn, og hvussu eg skal siga tað við míni foreldur um eg nú eri. Eg havi ikki tikid ein test enn, tí tað er for tidliga. Men hvat skal eg gera um eg eri. Eg eri alt for ung, at fáa eitt barn.

Góda 15 ára gamla genta!

Tú heldur, at tú ert vid barn, men skrivar onki um hvussu tín menstruation er. Nógvar ungar gentur hava óregluligar menstruationir, t.v.s. at tad vidhvørt er longur ella stytri enn 4 vikur ímillum 1.dag og næstu ferd blødingin byrjar. Soleidis kanst tú ikki við vissu siga, at tú ert vid barn fyrr en tú hevur positiva graviditets roynd, og hon verdur longu positiv 14 dagar aftaná eggloysn tad vil siga vanliga tá menstruationin er seinkað.
Míni rád eru, kanna um tú ert vid barn. Tú kanst fara til læknan uttan at siga nakad vid foreldrini, kanska kann heilsusysturin gera eina graviditets-roynd, ella tú kanst sjálv keypa eina test roynd á apotekinum. Tær kosta millum 80 til 200 krónur.

Um royndin er negativ og menstruationin kemur er upplagt , at tútit mugu hava eina sikra fyribyrging. Tú kundi roynt p-pillarar i 3 mdr., og vita hvussu tú hevur tad, hava tit ofta sex, ella kundu tit klára tykkum vid at brúkt hýt kombinerad
við, at møguleiki er at keypa angribollafortrydelsespille á apotekinum uttan recept at brúka um tad mislukkast at brúka hýt ella hon skrædnar. Angribollar skulu brúkast so skjótt sum gjørligt og ikki seinni enn 72 tímar aftaná samlegu.
Í parentes, hettar skuldu tit sjálvandi haft hugsad um , tá tit vóru saman uttan preventionfyribyrging.

Um tad vísir seg, at tú ert vid barn er onki annad at gera enn at tosa vid tíni foreldur, um tad er onkur annar vaksin , sum tú lættari kanst tosa vid og sum tú hevur fult álit á, kunnu tit øll 4 tosa saman um, hvat er at gera .

Rætt er , at tú ert alt ov ung , at uppæla og forsyrgja einum barni.
Um tú ynskir abort skulu tú og eitt av tínum foreldrum (tí tú ert undir 18ár) fara saman til læknan og tosa um tad , og so vísir læknin tykkum til Landssjúkrahúsid til ein kvinnulæknagynekolog og tú fært tad gjørt, tí tú ert so ung.

Vóni hettar hjálpir tær.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin