Veit ikki hvat eg kann kallað hettar.

Spurningur: Eg veit ikki hvat eg skal gera, eg havi í 18-20 teir síðstu mánarnir. veri kedd og vet ikki hvat eg skal gera ella hvønn eg skal spyrja um hjálp, tað følist sum øll eru í móti mær. Eg havi gjørt ein feil og nú havi eg mist nógv vinfólk. Øll halda tað ringasta um meg, men eg hvørki royki ella drekki. Eg eri ein positiv og glað genta uttaná men innan so gráti eg, eg gráti mangan áðrenn eg fari í song. Fólk skriva nógv til mín, sum sárar meg. (Hora,Bitch, Mongolur, Ljóta, feita) og av feilinum eg gjørdi veri eg kallað (Kylling) fólk hótta meg. baði vaksin og ung. og av øllum hesum klári eg ikki at gera míni skúlating og orki ikki nakað heim, tað vil so siga at eg fái altíð skeld heima, tí eg kann ikki brúkast til nakað og eg tími ikki gera taka. Pápi kallar meg fyri ein sibba tí eg fái ikki meir enn 7 í miðal í skúlanum, og sigur at eg aldrin fari fáa eitt arbeið og at eg kann ikki brúkast til nakað. Eg veit ikki hvat eg skal gera HJÁLP. eg orki ikki hettar meir.

Góða genta

Túsund takk fyri brævið, skilagott av tær at skriva til okkum, og vónandi kunnu vit geva tær nøkur góð ráð.

Allarfyrst vil eg siga, at vit gera øll feilir. Tú ert í hvussu er so mikið at tær komin, at tú viðgongur, at tú hevur gjørt onkran feil. Tað eru verri enn so øll, sum klára tað. Tú sigur, at tú hevur mist nógv vinfólk. Nú veit eg sjálvandi ikki, hvussu nógv vinfólk, talan er um, og um nøkur av hesum vinfólkum einaferð vóru betri enn onnur. Tú sigur eisini, at tú uttaná ert ein glað og positiv genta. Tað, sum tú ert uttaná, er tað, sum tíni vinfólk síggja og halda teg verða. Um tú, tá tú ert ímillum vinfólk og onnur spælir glað og ert positiv, so halda tey kanska, at tú ikki leggur nakað í, at tú hevur gjørt ein feil, og at tú ikki tekur tær nær, at tey skriva sárandi viðmerkingar til tín. Eg havi drúgvar royndir at arbeiða við ungum fólki í tínum aldri, og eg havi møtt nógvum, sum hava verið í líknandi støðu, sum tú nú er í.

Míni ráð til tín eru, at tú mást siga tínum vinum, kanska teimum allar nærmastu, hvussu tú hevur tað. Eg veit væl, at tað ikki er lætt, men kanska kanst tú fáa onkran vaksnan at hjálpa tær, møguliga onkran lærara, tín flokslærara, heilsusystrina ella onkran annan, tú hevur álit á.Tú mást fáa sagt tínum vinum, at tú ert kedd um tað, tú gjørdi og siga teimum, hvussu kedd tú verður, tá tey skrivliga kalla teg alt møguligt. Haldi eisini, tú skalt fortelja, at tú bara letur sum um tú ert glað, meðan tú innast inni er sera kedd at hava mist nógvar vinir. Viðhvørt tá man skal siga okkurt, sum er ordiliga ringt, so kann man byrja við at siga, at hetta er ordiliga ringt at siga.

Viðvíkjandi tínum ummælum í skúlanum, so vil eg siga, at tú ert so avgjørt eingin sibbi. 7 í miðal eftir nýggja karakterskalanum er eitt gott miðaltal. Pápi tín hevur kanska ikki skilt ordiliga tann nýggja skalan, 7 talið í dag er munandi betur enn 7 talið, tá hann gekk í skúla.Vónandi fært tú brúkt hesi ráð. Tað ringasta, tú kanst gera, er onki at gera.

Um tú hevur okkurt meira at spyrja um, ert tú altíð vælkomin at skriva aftur her ella fara inn á kjattið á heimasíðuni hjá Barnabata, har tú skrivliga kanst tosa við onkran.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin