Góða genta.
Fyrst vil eg siga við teg, at eg vænti ikki, at tað er nakað galið við tær. Triðja hvør kvinna heldur seg ikki kunna fáa eina orgasmu og flest kvinnur fáa bert klitoris orgasmur – og nógvar kvinnur fáa ikki orgasmu inni í skeiðini fyrr enn áleið 30 ára aldur. Eg skilji teg tó væl. Tá tað snýr seg um sex gerst orgasman ofta endamálið og orgasma og gott sex verður eisini ofta sett í sama bás. Men sex nýtist ikki altíð at snúgva seg um orgasmuna og sex uttan orgasmu kann eisini vera gott. At jagstra eina orgasmu kann vera sera møtumikið og tað er ofta so, at jú meira ør ein er eftir, at fáa orgasmuna, jú verri og verri verður tað í grundini at fáa hana.
Hví tín klitoris kennist “kensluleys” dugi eg ikki beinleiðis at siga. Um ein brúkar nógv vibrator ella onanerar uppá sama máta hvørja ferð, kann klitoris við tíðini kennast rættiliga kensluleys. Summar kvinnur hava eisini meira forrhúð um klitoris enn aðrar og tað kann ávirka hvussu viðkvom klitorist er og hvussu hon kennist. Tað kann eisini vera, at tú tekur onkrar p-bollar ið ávirka hvussu tað kennist rundan um klitoris. Tú kann jú altíð biða um tíð hjá tínum lækna og fáa eina ávísing til gynækolog. Tað er kanska ikki tað mest stuttliga at fyritaka sær, men so kanst tú í øllum førum fáa svar uppá, um alt er í lagið í neðra.
Tú sigur, at tað kennist sum um, at tú skalt pissa, tá ið tú spælir við klitoris. Tað er rættiliga vanligt, at kvinnur hava hesa kensluna beint áðrenn tær fáa eina orgasmu. Flest kvinnur pissa tó ikki. Tær útskilja heldur eina klára vætu, ið rennur úr nøkrum smáðum “rørum”, ið liggja allan vegin runt um urin-rørið. Summar kvinnur útskilja nógva vætu og hjá øðrum kvinnum kann vætan “sprøjta” rættiliga langt – tí verður tað eisini ofta rópt ein “sprøjti orgasma”. Tað, at summar kvinnur útskilja hesa vesku, tá ið tær fáa orgasmu, kann í stóran mun samanberast við, tá menn fáa avgongu og útskilja sáð.
Hvussu ein kvinna hevur tað sálarliga og um hon klárar at slappa av og ”sleppa takinum”, tá ið hon hevur sex, hevur stóra ávirkan á, um hon fær orgasmu ella ei. Ein orgasma er í stuttum eitt kropsligt aftursvarð uppá ymiska sansaávirkan. Tað kann vera kropslig ávirkan, sálarlig ávirkan og málslig-og ljóðlig ávirkan. Flest fók hava eisini “erogen“ øki. Tað eru kropspartar, ið ein kann røra og spæla við og sum “tendra” ein seksuelt. Teir seksuellu fantasiirnir hava eisini sera nógv at siga í mun til, hvussu ein upplivir sex og orgasmur. Eingin maður ella kvinna kann sum so “geva tær” eina orgasmu. Hetta merkir ikki, at tú skalt berjast fyri at fáa hana, men heldur, at tú tekur ábyrgd yvri egnum seksualiteti og lærir teg sjálva seksuelt at kenna. Eg skjóti upp, at tú heldur uppat við at hugsa so nógv um at fáa eina orgasmu og ístaðin leggur dent á kropsligt og seksuelt njótilsi. Verð forrvitin og far á rannsøknarferð inni í og rundan um egnan kropp. Hvar eru tíni “erogenu” øki? Hvat tendrar tú uppá? Hvat fantaserar tú um seksuelt? Hvar kennist tað gott at blíva rørd? Um tú spælir við teg sjálva ella hevur sex saman við onkrum so kanst tú venja teg við, at seta orð á hvat tær dámar og hvat tú tendrar uppá og royn ymiskar seksuellar fantasiir. Ímynda tær alt møguligt og ger nógv burturúr. Onkuntíð kann ein blíva kløkkur tí ein brádliga tendrar uppá okkurt, ið ein kanska heldur vera skeivt, at tendra uppá. Men legg einki í tað. Tað, at ein tendrar uppá okkurt undarligt inni í høvdinum er ikki tað sama sum, at ein hevði tendra uppá tað, hevði tað veruliga farið fram. Fantasiir eru bara tankar á ferð og teir rigga ofta best, vera teir verandi inni í høvdinum.
Góða genta. Miss ikki móti. Tú sigur, at tú elskar sex – tað er jú sera deiðligt hjá tær. Verð tolin og njót tín seksualitet til fullnar. Tað hevur størri týdning, at tú tímir og dámar sex og tekur ábyrgd av tínum seksualiteti enn tað hevur, um tú fært eina orgamsu ella ei.
Kærar heilsur
Tú og Eg Ráðgevingin.